Nú er farið undir arbeiðið at byggja nýggja havn í Haldórsvík.
Kommunustýrið í Sunda Kommunu hevur áður játtað tvær milliónir krónur upp á at longja bryggjukantin 40 metrar. Men nú eru 850.000 krónur játtaðar afturat, so at bryggjukanturin kann verða longdur 60 metrar.
Heðin Zachariasen, borgarstjóri, sigur, at talan er um bryggjuna frammanfyri flakavirkið og Salthúsið, sum Marine Harvest hevur keypt.
Men nú verður bryggjan longd og endamálið er so at Marine Harvest skal leiga bryggjuna frá kommununi.