Føroyanevndin hjá Fólkatinginum hevur í dag umrøtt málið fólkafráflytingina úr Føroyum, og møguligar loysnir uppá hendan trupulleika. Høvuðsboðskapurin var, at eitt samstarv millum føroysk og donsk universitet kundi verið áhugavert at kannað nærri, tí fleiri útbúgvingar í Føroyum kunnu vera við til at steðga fráflytingini.
Sjúrður Skaale og Edmund Joensen skipaðu í dag fyri einum kunnandi tiltakið á Christiansborg, har Føroyanevndin hjá Fólkatinginum varð kunnað um teir trupulleikar, sum føroyska samfelagið í dag hevur við fráflyting.
Høgni Reistrup og Heri á Rógvi, sum fyri stuttum góvu út bókina Exit Føroyar, greiddu frá um føroyska trupulleikan, meðan Pia Johansen frá Center for Landdistriktsforskning greiddi frá um trupulleikan, sum smáu økini í Danmark hava við fráflyting.
Pia Johansen vísti á, at trupulleikin er júst tann sami í smáum økjum í Danmark, og eisini her eru tað mest kvinnur, sum flyta.
Heri á Rógvi og Høgni Reistrup vístu á, at um føroyska samfelagið skal broyta gongdina, er neyðugt við fleiri útbúgvingum í Føroyum. Men greitt er, at tað er trupult at hava allar útbúgvingar í Føroyum, og tí mettu teir tað vera áhugavert at kanna hvørjar útbúgvingarmøguleikar eitt samstarv millum Fróðskaparsetrið og donsk universitet hevði ført við sær. Teir vístu á, at tað neyvan er gott fyri Ríkisfelagsskapurin, at eitt økið í felagsskapinum minkar og viknar, meðan eitt annað øki í felagsskapinum gerst sterkari.
- Føroyar eru í dag eitt slag av undirleverandørum til danska samfelagið, segði Heri á Rógvi millum annað, og vísti á, at føroyska samfelagið í dag útflytur í hópatalið av unglingum til Danmarkar hvørt ár.
Sjúrður Skaale og Edmund Joensen vístu eisini áhuga fyri at kanna hvørjar møguleikar eru fyri at økja um samstarvið millum donsk universitet og Fróðskaparsetrið.