Fáa fyrstu skamtarnar innan eina viku

Men tað broytir kortini ikki nógv, at Danmark fær fleiri skamtar enn áður hildið

Tað broytir ikki nógv hjá føroyingum, at Danmark nú fær fleiri skamtar av koronukoppseting kortini.

Tað sigur Hjalti Gunnarstein, landsapotekarur.

Avtalað er, at Føroyar fáa beint undir eitt prosent av donsku skamtunum, men av tí at skamtarnir verða lætnir í bakkum á 975 skamtum í hvørjum, fáa vit í Føroyum frammanundan nógv fleiri skamtar í fyrsta umfari enn avtalað.

Í Danmark hava tey fingið um 38.000 skamtar í fyrsta umfari, og av teimum koma altso 975 skamtar til Føroya.

– Í fyrstu leveransuni fáa vit meira, enn vit skuldu hava fingið í mun til fólkatalið, tí vit fáa ein heilan bakka. Í grundini skuldu vit havt beint undir 300 skamtar, sigur Hjalti Gunnarstein.

Tað er kortini ikki heilt greitt, nær bakkin við skamtunum kemur til Føroya, men Hjalti Gunnarstein vil vera við, at teimum er lovað, at skamtarnir koma innan eina viku.

Hvørt fólk skal koppsetast tvær ferðir við trimum vikum ímillum, og tískil eru 975 skamtar nokk til at koppseta um 487 fólk. Um bert 487 fólk verða koppsett um vikuna, fer tað at taka leingi at røkka málinum, ið sigur, at 80 prosent av føroyingum skulu vera koppsettir móti koronu.

Men ES er í fer við at góðkenna eina aðra koppseting, ta frá Moderna, og vónandi fer at ganga betri við at fáa skamtar til vega tá.

– Tað, sum liggur í kortunum, er, at Moderna vaksinan verður møguliga góðkend. Teir hava fund 13 januar, og væntað verður, at ES góðkennir Moderna vaksinuna líka so skjótt sum Pfizer vaksinuna.

– Reelt hava vit eina aðra vaksinu aftur í januar mánaði. Men hvussu nógvir skamtar koma frá tí, tað vita vit ikki enn, ger Hjalti Gunnarstein kortini greitt.

Hjalti Gunnarstein vísir tó á, at hóast Danmark ikki fær fleiri enn hesar 38.000 skamtarnar um vikuna hesa fyrstu tíðina, veksur talið av skamtum kortini í mars mánaði upp á 60.000 skamtar um vikuna. Danmark hevur tilsamans bílagt 2,6 milliónir skamtar av Pfizer koppsetingini.

Tilsamans hevur Danmark bílagt seks ymiskar koppsetingar, men at alt snýr seg um, hvussu skjótt framleiðararnir megna at framleiða skamtarnar.