Fáa ikki meiri pengar at byggja íbúðir fyri - heldur ikki á bygd

Bíðað verður nú eftir einum útspæli frá landsstýrinum

Húsalánsgrunnurin fær ikki meiri pengar at byggja bústaðir fyri og hann sleppur heldur ikki at veita lán til húsabygging á bygd.

Tað er greitt, nú Trivnaðarnevndin hjá Løgtinginum hevur viðgjørt tvey uppskot frá andstøðuni um at fáa meiri ferð á bústaðarbygging.

Eitt uppskot var frá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi um at lata Bústaðir sleppa at taka lán til at byggja íbúðir fyri og hitt uppskoti er frá Tjóðveldi um at geva Bústøðum heimild til at lata serlig lán til bústaðarbygging á bygd, tí at bankarnir eru so trekir at veita lán uttan fyri miðstaðarøkoð.

Men samgongan tekur ikki undir við uppskotunum. Trivnaðarnevndin hjá Løgtinginum hevur viðgjørt málið og har vísa umboðini fyri samgonguna, Uni Rasmussen, Rósa Samuelsen, Jóhan Eli Poulsen og Erhard Joensen á, at landsstýrið arbeiðir við málinum og tey halda, at tað er best, at geva landsstýrinum arbeiðsfrið til at finna eina loysn.