Teir, sum ætla at byggja flótihotell á Skálatrøð í Havn, fáa ikki svar frá kommununi í hesum árinum. Umsitingin hjá kommununi hevur mælt politikarunum til at gera eina heildarætlan fyri Skálatrøð, og býráðið fær ikki svara, fyrr enn heildarætlanin er gjørd.
Mikael Viderø, býararkitektur, sigur við Útvarpið, at tekur byggi- og býarskipanarnevndin undir við at gera eina heildarætlan fyri Skálatrøð, verður ætlandi skipað fyri einari kapping um, hvussu økið skal skipast, og hvat skal vera har.
Hetta kann í fyrsta lagi verða liðugt um ársskiftið, og tí kunnu menninir aftan fyri ætlanina um flótihotellið ikki fáa svar fyrr enn eftir ársskiftið.