- Eg dugi ikki at síggja hesa ræðumyndina fyri mær.
Niels Petersen, formaður í Óðalsfelag Føroya, tekur fult undir við ætlanini hjá Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í búnaðarmálum, um at einskilja alla almenna jørð.
- Dreymurin hjá Óðalsfelagnum er, at øll jørð skal verða privat ogn, bæði traðir og størri og minni festi, segði hann á búnaðarráðstevnu í Klaksvík um vikuskiftið..
Sjálvur heldur hann, at tað skal gerast soleiðis, at festibrævið hjá hvørjum einstøkum festara, skal rætt og slætt býtast um við eitt ognarbræv, so at bóndin, ella traðarmaðurin sleppur at eiga tað, hann situr við.
Nakrar millióningar afturat
Niels Petersen ásannar eisini, at fleiri stúra fyri spekulatión, verður almenna jørðin einskild.
Í hesum sambandi hevur verið nevnt, at tað kann ikki vera rætt, at festarar skulu fáa almenna jørð frá landinum fyri lítið og lætt, fyri síðani at kunna selja hana aftur í dýrum dómum.
Sjálvur stúrir formaðurin í Óðalsfelagnum ikki fyri nakrari spekulatión.
Hann dugir heldur ikki at síggja, at tað ger nakað, skuldi tað hent, at tað kemur spekulatión í.
- So fáa kanska fleiri millióningar, tí tann, sum keypur jørðina, skal eisini rinda fyri hana, og tað kemur tí til góðar, sum selur.
- Tað ger kanska tað, at ein, sum hevur verið trælabundin av almennari jørð í ævir, verður fríur av trælaokinum og kann fara undir tað, hann ella hon, hava ynskt sær alt lívið, sum hann málber seg.
- Vit skulu klippa nalvastrongin til almennu jørðina og vera frí sum fuglurin, leggur hann afturat
Hann sigur, at í Óðalsfelagnum duga tey ikki at síggja hesa ræðumyndina um spekulatión.
Hann heldur, at er jørð nakað at spekulera við, høvdu øll óðalsfólk langt síðani havt selt sína jørð fyri at fáa vinning burtur úr.
Hann vísir tvørtur ímóti á, at tað er ikki lætt at keypa jørð, hóast ein eigur nógvar pengar.
- Eg vænti ikki, at tað vera ríkmenn, sum koma at oyðileggja og spreingja jarðarmarknaðin í Føroyum, sigur Niels Petersen.
Hann staðfestir, at eitt annað, sum forðar fyri ótamdum handli við jørð, er matrikkullógin.
- Tað er ringt hjá teimum, sum bara eiga grundstykkið, sethúsini standa á, at keypa jørð, tí tann, sum keypir, skal hava eitt matrikullnummar frammanundan at leggja keyptu jørðin afturat.
Hann mælir heldur til at vísa stórsinnað og at gloyma tað herviligu sjúkuna, sum eitur øvundssjúka.
Smáu festi fyrst
Niels Petersen sigur, at hóast Óðalsfelagið vil einskilja alla almenna jørð, leggur felagið í fyrstu atløgu leggur dent á, at fáa tey smáu festini, sum liggja ognarhøgum, einskilt.
- Tað skapar nógv órógv at festi eru í ognarhøgum, tí tað stendst nógv pappírsarbeiði av tí við roknskapum, umsóknum o.s.fr., tá ið okkurt skal gerast í ognarhaganum, kanska bara fyri at fáa eini tvey lomb.
- Hetta er arbeiðskrevjandi og fjasut, sigur Niels Petersen.