Fáa loyvi at bryggja brennivín í Føroyum

FØROYSKT RÚSDREKKA Nú er rættiliga stórur møguleiki fyri, at Løgtingið fer at samtykkja, at tað skal verða loyvi at bryggja brennivín og sterkt øl í Føroyum

Vit hava góðar vónir um, at Løgtingið nú fer at samtykkja, at tað skal verða loyvt at bryggja brennivín í Føroyum.
Tað siga tey trý, Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi, Magni Laksáfoss úr Sambandsflokkinum og Kári á Rógvi úr Sjálvstýrisflokkinum.
Tey trý hava lagt uppskot fyri Løgtingið um at tað skal verða loyvt at bryggja brennivín í Føroyum og somuleiðis skal hámarkið fyri styrkina á ølið takast av, so at tað eisini verður loyvt at bryggja øl, sum er sterkari enn 5,8%, sum nú er hámarkið.
Hetta er triðju ferð í trý ár, at uppskot, sum líkist hesum, hevur verið lagt fyri Løgtingið.
Tær báðu fyrru ferðina høvdu tey ongan møguleika at verða samtykt, tí stórur meiriluti var ímóti teimum.
Men hesuferð eru ábendingar um, at tinglimir ikki eru so afturhildnir, sum teir hava verið.

Løgtingslimir tiðnaðir
Uppskotið var til viðgerðar í Løgtinginum mikudagin og tá ið hon var liðug, sita allir tríggir uppskotsstillararnir eftir við eini kenslu av, at hugburðurin í Løgtinginum er broyttur.
Bjørt Samuelsen sigur hon frammanundan hevði varhugan av, at tinglimir eru ikki so harðfrystir longur og tí heldur hon at tað er vert at royna uppskotið av nýggjum.
- Eg havi varhugan av, at hugburðurin í Løgtinginum er broyttur so nógv hetta seinast árið, at eg hava eina veruliga vón um, at tað verður samtykt hesuferð, sigur løgtingskvinnan fyri Tjóðveldi.
Tá ið løgtingið viðgjørdu málið, vóru tað nøkur, sum avgjørdu vístu uppskotunum frá sær.
Men her var talan um Miðflokksmenn, umframt Edvu Jacobsen og Helga Abrahamsen úr Sambandsflokkinum, Jógvan á Lakjuni úr Fólkaflokkinum og kanska onnur við, sum øll frammanundan vita, eru ímóti slíkum av hugsjónarligum orsøkum.
Annars vóru tað heilt nógv tinglimir, sum hava ta áskoðan, at er løgið, at vit ikki sjálvi skulu kunna framleiða tað, sum vit annars hava fult loyvi til at brúka.
Onkrir tinglimir kallaður tað enntá fyri hykl, at vit ikki sjálvi skulu sleppa at framleiða eina vøru, sum vit hava loyvi at brúka.
Hinvegin eru tinglimir ikki so heitir fyri at geva føroyskum bryggjaríum loyvi at bryggja sterkari øl enn 5,8%, tí mett verður, at tað kann økja um nýtsluna at sterkari øl verður at fáa.
Hinvegin halda tinglimir ikki, at tað fer at ávirka nýtsluna, at vit kunnu bryggja brennivín upp til 60% í Føroyum, tí tað hava vit loyvi at brúka kortini.
Og sum ein tinglimir so rámandi segði tað: Hví skal ein føroysk promilla vera skaðiligari enn ein donsk?

Onki krav
Tá ið uppskotið hevur verið til viðgerðar áður, hava tinglimir úr samgonguni blokerað málið við at krevja, at samgongan fellur tað.
Men tá ið málið var fyri aftur mikudagin, vóru tær røddirnar ikki so harðmæltar og tað var ongin sum kravdi, at samgongan skuldi fella tað.
Tvørtur ímóti vóru tað fleiri samgongulimir sum løgdu dent á, at hetta er ikki eitt floksmál ella eitt samgongumál, har kravið er, at allir limirnir í einum flokki, ella eini samgongu, hava eina felags støðu.
Tvørturímóti er hetta eitt etiskt mál.
Og í etiskum málum er tað siðvenja, at tað stendur hvørjum tinglimi frítt at atkvøða eftir síni sannføring, uttan at gera tað til eitt floksmál ella eitt samgongumál.
Og tað vóru eisini fleiri tinglimir, sum gjørdu greitt, at hendan rættin fóru teir at taka sær í hesum máli, sama hvat samgongan ella flokkar annars, siga.

Meirilutin fyri

Allir tríggir tinglimirnir, sum hava lagt uppskot fyri Løgtingið um, at tað skal verða loyvt at bryggja brennivín í Føroyum, halda, at í veruleikanum er meiriluti á Føroya Løgtingi fyri tí.
Men tá íð málið hevur verið fyri áður, er tað ein minniluti í samgonguni, sum hevur kravt, at samgongan hevur felt tað.
Men Bjørt Samuelsen sigur, at tá ið málið var fyri seinast, merkti hon, at huglagið í Løgtinginum var broytt.
Hon legði sær eisini í geyma, at tá mælti meirilutin í vinnunevndini frá at samtykkja uppskoti.
- Men tað vóru als ongar grundgevingar yvirhøvur fyri tí.
- At tey ikki vildu grundgeva ímóti uppskotinum, tulki eg sum um at tey ikki eru ímóti tí, men vildu ikki samtykkja tað av samgonguávum.
Løgtingskvinnan heldur enntá, at í veruleikanum var meiriluti fyri uppskotinum, men at samgongan kortini feldi tað fyri at standa saman.
Kann ein orsøk til, at tinglimir ikki longur føla seg niðurbundnar í hesum máli, vera, at tað nærkast vali og at teir tí ikki leggja í, hvat summir samgongulimir hótta við.
Bjørt Samuelsen heldur, at tað kann hava sína ávirkan, at floksandin viknar upp undir val.
Men hon heldur, at ein orsøk kann eisini vera, at tinglimir ásannað, at einasti máti at fáa eitt slíkt mál samtykt, er, at tinglimir fáa frítt at atkvøða, sum teir vilja og at teir ikki longur vilja lata seg kúgað av av einum minniluta í samgonguni.

Hóttanir ávirka ikki
Kári á Rógvi staðfestir, at hóttanir um samgonguslit missa sína ávirkan, tess meiri vit nærkast vali.
Eisini Magni Laksáfoss hevur varhugan av, at tinglimir vísa størri vælvilja nú, enn teir hava gjørt.
Sjálvur væntar hann, at møguleiki er fyri at fáa uppskotið samtykt.
Kári á Rógvi heldur, at hugburðurin til rúsdrekkaspurningin er broyttur ómetaliga nógv og at tað vera fleiri og fleiri tinglimir, sum hava ásannað, at tað er burturvið, at føroyskt vatn skal sendast til íslands í tangum at verða bryggjað til brennivín, fyri síðani at verða sent aftur til Føroyar í fløskum.
- Eg eri rættiliga vísur í, at Løgtingið nú fer at samtykkja, at tað skal verða loyvt at bryggja brennivín í Føroyum, sigur Kári á Rógvi.