Í síðstu viku lýsti Fiskiveiðieftirlitið bráfeingisveiðibann á leiðini eystur móti fiskimarkinum. Orsøkin til veiðibannið er, at ov nógv íblanding av sild var uppi í makrelveiðini.
Veiðibannið er galdandi fyri øll føroysk skip, ið hava fiskiloyvi at fiska makrel í føroyskum sjógvi í 2012. Tó eru tey skip undantikin, ið eiga egnar kvotur av norðhavssild.
- Veiðibannið er galdandi frá 27. september klokkan 20 til 11. oktober klokkan 20.
Á Fiskiveiðieftirlitinum siga tey í morgun, at føroysk skip nú hava borið við makrel norðarlaga í føroyskum sjógvi, heilt har norðuri móti altjóða sjógvi.
- Her er lítil sild uppi í veiðini, og skipini klára at halda seg niðan fyri 10% hjáveiðimarkið av sild, sigur eftirlitið.
Lagt verður aftrat, at tað er her, at tann makrelveiða, sum nú er í føroyskum sjógvi, gongur fyri seg, men ógjørligt er at siga nakað um, hvussu leingi fiskiskapurin man fara at halda sær.