Nú veðrið hevur forðað útróðrarbátunum í Klaksvík at rógva norðureftir og eystureftir, hava fleiri bátar róð út vestanfyri ístaðin fyri. Teir hava støð í Miðvági, men línan verður egnd í Klaksvík og koyrd vestur. Fiskurin verður seldur á uppboðssøluni í Sørvági. Bátarnir hava ligið um 100 pund upp á stampin, og í gjár lógu teir millum 3.000 og 5.000 pund. Tað nógva hevur verið hýsa, men nú er meiri toskur uppií.
LesarabrøvLesarabrøv