Nú fáa yvirlæknar á føroysku sjúkrahúsunum loksins sína løn fyri yvirtíð, teir hava havt í fleiri ár.
Í summu førum er talan um yvirtið, sum er eini 10 ára gomul, men sum yvirlæknarnir ongantíð hava fingið lønina fyri. Og tað eru ikki smápengar, tað snýr seg um, tí tilsamans er talan um heilar 13,1 millión, sum Landskassin skyldar hesum yvirlæknunum í yvirtíðarløn.
Men nú fíggjarógin fyri 2018 er samtykt, hevur Løgtingið samtykt at játta peningin, so at læknarnir fáa lønina, teir eiga til góðar.
Tað var í evstu løtu, áðrenn fíggjarlógin varð endaliga samtykt, at samgongan gjørdi av at játta peningin, og tað undraði fleiri limir í andstøðuni, hvaðani hesin peningur kom frá so brádliga, samstundis sum at peningur ikki er tøkur til onnur átrokandi endamál, eitt nú til at hjálpa teimum, sum eru allar ringast fyri.
Eitt dømi um tað, er, at avvenjingartilboð til ungar rúsevnamisbrúkarar má skerjast, hóast landskassin hevur eitt avlop upp á hundratals milliónir.
Jenis av Rana, sum eisini er kommunulækni, heldur, at serlæknarnir høvdu uttan iva góðtikið at bíða eitt ár, ella tvey, afturat. Hann undrast á, at samgongan følir slíka ábyrgd fyri serlæknum, men ikki fyri ungum føroyingum, sum verða sendir uttanlands til viðger fyri rúsevni
Ruth Vang, forkvinna í fíggjarnevndini hjá Løgtinginum, sigur, at hetta er ein avtala, sum er gjørd við serlæknarnar, og tí vita vit, at útreiðslan fór at koma, og sostatt eiga vit at seta hana á fíggjarlógina, tí hon eigur at vera har.