Fáa nú at vita um tey bróta lógina – ella ikki

– Vit gera, sum vit fáa boð um, sigur stjórin

Nú verður tað kannað, og so fáa vit eina endaliga avgerð um, antin mannagongdin er eftir forskriftunum, ella um nakað skal broytast. Tað sigur Regin Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn.

Tað vakti ans í gjár, tá ið tað kom í ljósmála, at í summum førum ber tað til hjá almenninginum at fylgja við, hvør ferð av landinum við flogfari, ella í hvussu so er, hvør parkerar á parkeringsplássinum á flogvøllinum og, hvussu leingi bilarnir standa parkeraðir.

Tað kanst tú lesa meiri um HER

Hetta undrar eisini tey á Dátueftirlitinum og tískil hava tey nú gjørt av at taka málið upp fyri at fáa greiði á, um alt er eftir forskriftunum, ella um tað eru onkrar mannagongdir, sum skulu broytast.

Regin Jakobsen sigur, at nú bíða tey eftir niðurstøðuni hjá Dátueftirlitini, og eru boðini at nakrar mannagongdir skulu broytast, verður tað gjørt.

Men hann sigur, at endamálið núverandi skipan er, at hon skuldi vera so løtt at brúka sum gjørligt. Og hann vísir á, at tað er bara eitt lutfalsliga lítið tal á bilum, har tað ber til hjá almenninginum at fylgja við, hvussu leingi teir standa parkeraðir.

Tað eru bara teir bilar, har bileigarin er farin av parkeringsplássinum aftur, men sum ikki hevur rindað parkeringsgjaldið, har tað ber til at síggja hesar upplýsingarnar. Endamálið er, at tað skal vera so lætt sum gjørligt hjá bileigaranum at fara inn á heimasíðuna, tøppa nummarplátuna inn, og rinda parkeringsgjaldið.

Upplýsingarnir verða bara standandi á heimasíðuni í 72 tímar, so hvørva teir aftur, tí so verður rokning send eigaranum.

Hann ásannar eisini, at tá ið talan er um, at øll kunnu síggja eina nummarplátu, er talan um persónligar upplýsingar. Men hann sigur, at slíkt verður ikki mett at vera ein avgerandi upplýsing, tí fyri at fáa nakað burtur úr upplýsingini, krevst eisini, at fólk vita, hvør eigur bilin við eini ávísari nummarplátu.

Hinvegin ásannar hann eisini, at viðurskiftini í Føroyum eru smá, so tað er helst lættari at fylgja við í Føroyum, hvør fer av landinum, enn tað er í einum størri landi. Men annars verða sama slag skipanir brúktar aðrastaðni, leggur hann afturat.

Men er niðurstøðan hjá Dátueftirlitinum, at hendan skipanin er at ganga fólki ov nær, verður hon tikin av, men so merkir tað samstundis, at fólk missa møguleikan at rinda rokningina á netinum, tí so mugu tey fáa eina rokning sendandi, og tað førir eyka útreiðslur við sær í avgreiðslugjøldum.

Regin Jakobsen sigur, at tey settu seg í samband við Dátueftirlitið í gjár og nú verður málið so viðgjørt av evsta myndugleika á økinum.

– So fáa vit eina niðurstøðu, sum vit fara at fylgja, sigur hann.