Fáa nú bøtur í Hoydølum

Nú komandi skúlaár byrj­ar, verður nýggj park­er­ings­skip­an sett í verk í Hoydølum, sum hev­ur til endamáls at tryggja at­komu­møgu­leik­ar­nar við skúl­an. Hetta verð­ur gjørt við at merkja upp eina parkeringssonufrá Sana­t­o­ri­ivegn­um við íbindingina til Hvíta­nes­vegin ogoman til end­an av skúlans øki.

Bæði løgregla og brand­mynd­ug­leik­ar­nir í Havn hava gjørt vart við, at park­er­ing­in í Hoydølum má fá­ast í skipaðar karmar, tí til­vild­ar­liga parkeringin, sum verið hev­ur í økinumseinastu árini, hev­ur forðað fyri nøktandi at­komu og trygd hjá øllum teim­um, sum halda til í øk­i­num.

Frá týsdegnum 20. august verð­ur tí ein parkeringssona sett í verk í Hoydølum, sum fevnir um økið frá Hvít­a­nesvegnum eftir Sana­tor­i­i­veg­n­um oman í Hoydalar til øk­ið við endan á skúlanum.
Nýggja skipanin merkir, at tað einans verður loyvt at park­­er­a­ inn­an fyri upp­merktu park­erings­bás­arnar.

Nýggja park­er­ingss­kip­­anin er úrslit av ein­um samstarvimillum ferðsl­u­politi, landsmyndugleikar og komm­unu, sum í felag hava av­talað hesa loysn. Sama dag, týsdagin 20. august, verður farið undir regluligt park­er­ings­eftirlit á økinum, har gjald­ast skal fyri ólógliga park­ering.

Myndugleikarnir leggja dent á, at fremsta endamál við nýggju park­er­ings­loysn­ini er per­són­liga trygd­in hjá næmingum og starvs­fólkum í Hoydølum um­framt hjá øðrum, sum hava Sanatoriivegin sum at­kom­u­veg.

Skúlin heitir á bæði næm­ingar og starvsfólk, sum hava møg­u­leika fyri hesum, um ikki at koma við bili til skúlan, men ístaðin nýta almennu flutn­ings­møguleikarnar, súkklu ella ganga.