Fáa nú ein rættiliga fittan skattalætta

Tað skal vera nógv stuttligari at vera lærlingur í Føroyum

Lærlingar skulu nú fá ein skattalætta. Tað er endamálið við einum uppskoti, Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, fer at leggja fyri Løgtingið í næstum.

Í hesum sambandi skulu lærlingar nú sleppa at draga 50.000 krónur frá ársinntøkuni, áðrenn skatturin verður roknaður. 

Hetta fer at hava ein skattalætta við sær, tí nú skal skattur roknast av eini inntøku, sum er 50.000 krónur lægri enn veruliga inntøkan.

Til dømis fer ein lærlingur sum tjenar 150.000 krónur um árið, nú einans at rinda skatt av 100.000 krónum, tí hinar 50.000 krónurnar verða skattafríar.

– Nýggja samgongan hevur sett sær fyri at bøta um fíggjarligu viðurskiftini hjá lærlingum. Endamálið við tí er at gera tað meira áhugavert at fara í læru, men endamálið er eisini at tað skal loysa seg betur hjá lærlingum at átaka sær úrtíðararbeiði í lærutíðini, sigur landsstýrismaðurin.

Hann leggur afturat, at av tí skattskylduga inntøkan lækkar, fara eisini ymisk onnur gjøld at lækka, tí tey verða roknað av skattskyldugu inntøkuni, eitt nú kirkjuskatturin, Heilsutrygd og gjaldið til Samhaldsfasta.

Roknað verður við, at skattainntøkurnar hjá landinum fara at minka 7,5 milliónir krónur um árið av hesum uppskotinum, og skattainntøkurnar hjá kommununum fara at minka 10,1 millión um árið. Kirkjuskatturin minkar 300.000 krónur, inntøkan hjá Samhaldsfasta fer at minka 1,5 milliónir og inntøkan hjá Heilsutrygd fer at minka 300.000 krónur.

– Roknað verður við, at broytingin fer at hava við sær, at flestu lærlingar fara at fáa umleið 1.650 krónur meira útgoldið um mánaðin næsta ár, tá ið lógin kemur í gildi, sigur Jørgen Niclasen.

– Hjá teimum lærlingum, sum hava góða inntøku afturat lærlingalønini kann lættin tó gerast nakað størri, og hjá teimum sum bara fáa lærlingaløn, kann lættin gerast nakað minni.

Jørgen Niclasen sigur, at hetta verður ein skipan fyri teir lærlingar, sum hava lærusáttmála. Tað eru eisini útbúgvingar, har starvsvenjing er ein partur av útbúgvingini, men tey fáa ikki hendan frádráttin, tí tey hava ikki ein lærusáttmála.

Tilsamans verður mett, at eini 1.000 lærlingar fara at fáa hendan frádráttin.