Fáa nógvar klagur um ungfólk á prutli

Sølan av prutlum er eksploderað og tað merkist hjá løgregluni

Hesi seinastu trý árini er sølan av prutlum í Føroyum eksploderað. Fyri nøkrum árum síðani broytti Løgtingið nevniliga lógina, soleiðis at eisini 15 ára gomul kundi fáa koyrikort til smá prutl. Tað eru prutl, sum kunnu koyra í mesta lagi 30 kilometrar um tíman. Hinvegin kunnu 16 ára gomul fáa koyrikort til til prutl, sum koyra 45 kilometrar um tíman.

Og í 2017 kom tað hartil at kvøldskúlar kring landið fóru at skipa fyri undirvísing fyri 15 ára gomlum í at koyra smá prutl, og úrslitið av tí er, at hesi seinastu árini er sølan av prutlum eksploderað.

Í 2015 vórðu 49 prutl seld í Føroyum og í 2016 vóru tey 56 í tali. Men í 2017 tók sølan dik á seg, tí tá vóru 132 prutl seld í Føroyum og í fjør vórðu 124 prutl seld. Og higartil í ár, frá januar til mai, eru 154 prutl seld í Føroyum.

Og løgreglan sigur, at tað merkist hjá teimum, at sølan av prutlum er eksploderað, tí tey fáa javnan og savnan klagur frá fólki um prutl, sigur løgreglan.

Prutlini larma illa, ungfólk koyra í bólkum, tey koyra skjótt, nógv eru ikki í fallhjálmi og tað er vanlig sjón at síggja tvey fólk á einum prutli, har tað er sjáldan, at bæði eru í fallhjálmi. Mangan verður eisini koyrt í bólkum og seint á kvøldið, ella um næturnar, so fólk gremja seg um, at tey fáa ikki náttarfrið.

Og lagt verður afturat, at hetta er ein trupulleiki, sum er um alt landið.

Løgreglan sigur eisini, at nógv prutl eru í syndarliga ringum standi og tað er ikki óvanligt, at tey onga nummarplátu hava.

Løgreglan sigur at fólk, sum koyra ólógligt á prutli, vera tikin, tá ið løgreglan kemur fram á tey og tá ið umstøður eru til tað, ger løgreglan eisini átøk ímóti prutlum, har tey miðvíst royna at fáa fatur á teimum, sum koyra ólógliga á prutlum.

Men tey ásanna eisini, at tað er ringt at fáa bilbukt við hesum trupulleikanum, tí prutlini eru smá og løtt, og tey eru skjótt vekk, tá ið løgreglan nærkast.