Fáa nú størri kirkjugarð í Kaldbak

Tórshavnar býráð hevur samtykt í kvøld at broyta byggisamtyktina fyri Kaldbak, so at kirkjugarðurin kann byggjast út. At fáa betri pláss í kirkjugarðinum í Kaldbak, er eitt gamalt mál, tí tað var longu í 2000, at Páll Petersen, sum tá var býráðslimur, reisti málið og síðani hevur tað ferðast runt í almennu mylnuni.

Nú er málið komið so langt við at avtala er gjørd við Búnaðarstovuna um at keypa lendi til nýggja kirkjugarðin og tað er eitt stykki upp á 6.500 fermetrar eystanfyri kirkjugarðin, sum nú er.

Men keypið kann ikki gerast veruleiki, fyrrenn byggisamtyktin er broytt, so at hetta stykki kann brúkast til endamálið.

Og tað hevur býráðið so samtykt í kvøld.