Fáa ongar pengar til at seta fleiri læknar í starv

– Vit hava nógv størri tørv á læknum enn á at fáa sendistovu í Ísrael, sigur løgtingsmaður

 

 

Tað verður ikki á hesum sinni, at Løgtingið fer at játta meiri pengar til at seta fleiri yngri læknar í starv í heilsuverkinum. Aksel V. Johannesen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin hevur annars lagt uppskot fyri Løgtingið um at játta meiri pengar til at seta yngri læknar í starv fyri, men tað tekur samgongan ikki undir við.

Samgongan ætlar at brúka 1,6 milliónir krónur til eina sendistovu í Ísrael, men Aksel V. Johannesen heldur, at vit hava nógv størri tørv á at fáa fleiri læknar enn vit hava á at fáa eina sendistovu í Ísrael.

Hann vísir á, at tað eru yngri læknar, sum eru í starvi, men sum mugu av landinum aftur nú, tí tað eru ikki pengar at seta teir í starv fyri.

Men hesum tekur samgongan ikki undir við. Tá ið málið var til umrøðu í Løgtinginum, helt Miðflokkurin, at tað var ikki sørt av eini provokatión at mæla til at taka pengarnar til sendistovuna í Ísrael til endamálið.

Og nú uppskotið hevur verið til viðgerðar í Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum, sigur umboðini fyri samgonguna, og Kristin Michelsen, tingmaður fyri Sjálvstýri, at samgongan ætlar at leggja dent at fáa læknar í starv, men tey halda, at tað er skeivt at gera tað mitt í einum ári. Hinvegin halda tey, at hetta er eitt mál, sum tey eiga at taka upp í sambandi við fíggjarlógina fyri næsta ár-

Kristin Háfoss og Ruth Vang taka undir við uppskotinum, ment tey eru ikki sinnað at skerja játtanina til uttanríkismál. Tey vísa á, at higartil hevur landskassin brúkt 23 milliónir upp á at kanna fólk, sum koma til Føroya, fyri koronu, og tær høvdu verið hentar nú.

Aksel V. Johannesen vísir á, at fyri nøkrum árum síðani gjørdi Vinnuhúsið eina kanning, har tey spurdu limir sínar, hvar teir hildu, at tørvur var á at hava føroyskar sendistovur.

– Ísrael var ikki eitt av teimum londum, har vinnan heldur, at tað er størstur tørvur  á at fáa eina føroyska sendistovu.