Fáa onki við av valstríðnum

Nú fólkatingsval er fyri durum bjóða politisku flokkarnir seg fram ein og ein. Allir vilja hava okkum at atkvøða fyri sær. - Men hesin boðskapur teirra røkkur tíverri ikki út til alt Føroya fólk, staðfestir Ráðið fyri Brekað

Tað eru øll tey mongu við hoyritarni, sum Ráðið sipar til, tí tey fáa einki við.

- Men tað er teirra rættur at fáa atgongd til hesar upplýsingar.

- Í Public Service sáttmálanum ímillum Mentamálaráðið og Kringvarp Føroya stendur, at Public Service tænastur til deyv og hoyriveik skulu styrkjast og at sendingar sum hava stóran samfelagsáhuga og samfelagstýdning, skulu í størri mun tekstast ella teknmálstulkast.

- Eitt nú eiga valsendingar í samband við løgtingsval at vera tekstaðar og teknmálstulkaðar.

Ráðið fyri Brekað fegnast um, at sendingarnar í SVF verða deyvatulkaðar, men loyvir sær eisini at heita á Kringvarp Føroya at tryggja, at hoyriveik fáa betri møguleikar at fylgja við tí, sum sent verður.

- Harumframt vilja vit heita á aðrar miðlar og politisku flokkarnar at leggja upplýsingarnar soleiðis til rættis, at alt Føroya fólk fær fylgt við, so øll hava møguleika at gera sær sína egnu politisku meting.

- Politisk val eru grundkjarnan í fólkaræðinum, og tá mugu øll vera við, sigur Ráðið fyri Brekað.