Í fleiri ár vóru tær norsku kvinnurnar millum teirra, sum fingu flest børn, men tey bæði seinastu árini er myndin broytt. Nú fáa kvinnurnar í Noregi færri børn, samstundis sum tær eru eldri, tá tær fáa tað fyrsta barnið.
Útrokningar vísa, at skal Noreg varðveita verandi fólkavøkstur, skulu tær norsku kvinnurnar fáa 2,1 børn í meðal. Í 2009 var meðaltalið 1,98, og fleiri væntaðu, at tað fór upp um 2,0. Men so varð ikki. Tvørturímóti minkaði talið og var 1,88 í fjør.
Dag Bratlid, sum er yvirlækni á St. Olavs Hospital, sigur við NRK, at innflyting og øktur livialdur eru við til at halda fólkatalinum uppi, men hann heldur ikki, at samfelagið eigur at hella seg afturat tí. Tað besta var, um tær norsku kvinnurnar kundu fingið fleiri børn, sigur læknin.