Fáa pengar at keypa føroyska list fyri

Pengarnir skulu brúkast til at stuðla føroyskum listafólkum hesi næstu fimm árini

Endamálið er at stuðla føroyskum listafólkum og at byggja listasavnið hjá BankNordik út. BankNordik sigur, at tað er orsøkin til at tey nú hava samtykt at játta 150.000 krónur um árið í fimm ár til at keypa føroysk listaverk fyri.

Talan er um listaverk frá núlivandi listafólkum og tað verður stýrið fyri listasavnið hjá Bank-Nordik, sum skal umsita játtanina.

Tí hevur leiðslan í BankNordik, og stýrið fyri BankNordik Savnið nú skrivað undir eina avtalu um at játta 150.000 krónur um árið hesi næstu fimm árini til at keypa føroyska nútíðarlist.

– Tað er eitt nýbrot í Føroyum, at peningur á henda hátt verður markaður til at keypa list frá virkandi føroyskum listafólkum, og vit fegnast um, at BankNordik-savnið nú av álvara gerst ein viðleikari hjá føroyskari nútíðarlist, sigur Helgi A Fossádal, formaður í stýrinum fyri BankNordik Savnið í tíðindaskrivi í morgun.

– Við nýggju avtaluni fær BankNordik-savnið møguleika at ogna sær tíðarbæra dygdarlist á hvørjum ári, og hetta fer avgjørt at gera savnið meira viðkomandi og áhugavert, sigur hann.

Umframt nýggju játtanina til at keypa list fyri, letur BankNordik eisini savninum 150.000 krónur um árið til raksturin og sostatt er stuðulin 300.000 krónur tilsamans.

Endamálið við BankNordik-savninum er at tryggja, at listaverkini í savninum fáa ta útbreiðslu, ið tey hava uppiborið, sum tey siga.

Men sum er hava tey ikki list hjá teimum listafólkunum, sum nú eru virkin.

Tí er endamálið við hesum at stuðla føroyskum listafólkum og samstundis tryggja, at BankNordik-savnið mennist við eini samanrenning av eldri list og nútíðarlist, sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.

Tað var í 2017, at BankNordik stovnaði BankNordik-savnið og samstundis lat savninum 623 listaverk í gávu, umframt pening til árliga raksturin.

Umframt at sýna fram og leiga verk út til almennar stovnar og privatar fyritøkur, er endamálið at menna savnið og stuðla menningini av føroyskari list.

Í stýrinum fyri BankNordik- savnið sita Helgi A. Fossádal, formaður, Guðrið Poulsen vegna LISA, Árni Winther vegna Føroya Arbeiðsgevarafelag og Jákup Simonsen vegna Føroya Kommunufelag.

 

 

Frá vinstru á myndini eru tey Árni Ellefsen, Helgi A. Fossádal, Guðrið Poulsen, Árni Winther, Jákup Simonsen og Turið F. Arge.