Fáa streym til 1000 hús úr mykju og slógvi

Ætlanin er at byggja eitt serstakt orkuverk, sum vinnur orku úr mykju og slógvi - og tað hevði ligið væl fyri at bygt tað á Eiði

Nú er ætlanin at byggja eitt biogassverk liðugt í Føroyum.

 

Tað fortaldi Kári Mortensen leiðari á Orkudeildini á Umhvørvisstovuni, á landbúnaðarráðstevnuni í Klaksvík leygardagin.

 

Á Umhvørvisstovuni er ein deild, tey nevna Orka, og har arbeiða tey í løtuni við eini verkætlan um at gera eitt biogassverk í Føroyum.

 

Talan er um eitt verk, sum skal vinna orku burtur úr ymsum lívrunnum tilfari, neytamykju, kanska eisini seyðatøðum, umframt burtur úr slógvi frá laksavirkjum, sjálvdeyðum laksi, skarni frá smoltstøðum, og øðrum.

 

Men tað ber eisini til at fáa slógv frá øðrum fiskavirkjum, og annars rávøru frá virkjum sum heild, ið fáast við lívrunnið tilfar.

 

Sum støðan er í dag, verður alt hetta tilfarið ikki gagnnýtt til fulnar, men elvir tvørtur ímóti til dálking í størri ella minni mun.

 

Tilsamans væntar Kári Mortensen, at tilsamans eru eini 45.000 tons av lívrunnum tilfari, sum kunnu fáast frá landbúnaðinum og alivinnuni, har neytamykja er gott og væl helvtin.

 

Alt hetta lívrunnað tilfarið kann gerast til orku, sum síðani fer inn á netið hjá Sev. Her er talan um grøna og ikki dálkar luftina, og sostatt er hetta ein nógv umhvørvisvinarligari máti at gagnnýta lívrunnið burturkast upp á, heldur enn at lata tað í náttúruna.

 

Og alt hetta er burturkast, sum landbúnaður og alivinnan sleppa av við, at at ókeypis, ella at kalla ókeypis.

 

Kári Mortensen sigur, at tilsamans kann eitt slíkt biogassverk gera streym til 1000 húsarhald og tað kann gera varma til 250 sethús.

 

Tilsamans ger eitt slíkt biogassverk orku, sum svarar til 1,25 milliónir litrar av olju, vit sostatt sleppa undan at innflyta, sigur deildarleiðarin á Orku.

 

Onkrar avleiðingar eru kortini av hesum er, tí tey skulu hava tangabilar at koyra landið runt eftir lívrunnum tilfari.

 

– Tilsamans fara tangabilar at koyra einar 125.000 kilometrar, ella 1500 túrar um árið, og sostatt brenna teir einar 70.000 litrar av dieselolju um árið.

 

Men kortini er eitt biogassverk ein stórur, umhvørvisligur vinningur, tí 70.00 litrar av olju eru bara fimm prosent av teimum 1.250.000 litrunum av olju, sum verkið sparir í innflutningi, sigur Kári Mortensen.

 

Avlopstilfarið kann so brúkast aftur at tæða jørðina við og tey eru góð at tæða við, tí tað eru nógv evni í teimum, sum jørðin hevur brúk fyri.

 

Kári Mortensen væntar, at eitt slíkt biogassverk kostar einar 30 milliónir til 40 milliónir.

 

Hinvegin er verkið bíligt at reka. Tað krevur ikki meiri enn eitt ella tvey starvsfólk at passa verkið, og annars eru rakstrarútreiðslurnar ein millión, ella kanska hálvonnur millión til bilførarar og tangabilar.

 

Hetta er ikki eitt verk, sum verður nakað gullnám, men fyribils vísa metingarnar, at tað melur runt, ella kanska gevur eitt lítið avlop. Men tað er mest tann umhvørvisligi vinningin, hugsað verður um.

 

Kári Mortensen sigur, at tosað hevur verið um at byggja verkið á Sundi, men síðani eru tey komin eftir, at tað hevði ligið ógvuliga væl á Eiði.

 

Orsøkin til tað er, at har eru longu tangar, sum alvinnan hevur til sjálvdeyðan laks og til slógv, og sostatt sleppa tey frá at byggja nýggjar tangar til biogassverkið. Har er eisini onnur útgerð, biogassverkið kann brúka, og alt tað ger, at íløgan verður munandi lægri, sigur Kári Mortensen.

 

Hann sigur, at tað liggur í kortunum, at tað vera umboð fyri landbúnaðin, kanska MBM, og Havbúnaðarfelagið, ið fara at eiga verkið, men at Sev so skal keypa streymin, tað ger.