157 næmingar fáa skjótt boðini, at tey eru upptikin til lestur á Fróðskaparsetri Føroya næsta skúlaár.
Tað vóru 273 umsóknir í alt, og 157 av hesum fáa játtandi svar.
Flestu umsøkjararnir skulu lesa á Læraraskúlanum. 35 byrja læraraútbúgvinga, og 35 byrja á námsfrøðiútbúgvingini.
Minstur áhugi er fyri at lesa søgu - har verða bara sjey næmingar.
Brævbjálvarnir vóru sendir umsøkjarunum fríggjadagin.