Fáa tørv á fleiri fólkum

Stjórin hjá Atlantsflog, Magni Arge, sigur, at ivaleyst fer føroyska flogfelagið at fáa tørv á fleiri starvsfólkum, nú Atlantsflog í heyst fer at økja um túratalið.

Bert lítla løtu eftir at tað var komið fram, at Maersk Air 31 oktobur fór at gevast við at flúgva til Føroya, sendi Atlantsflog út eitt tíðindaskriv, har boðað var frá, at felagið samstundis fór at økja munandi um sítt túratal. Magni Arge, stjóri í Atlantsflog, sigur, at økta túratalið ivaleyst at merkja fleiri starvsfólk.

Arbeiða við samlaðari meting
Í løtuni er Atlantsflog í holt við at gera ein meting av, hvussu felagið á bestan hátt einsamalt kann taka sær av ferðafólkaflutningi loftvegis millum Føroyar og Danmark eftir 31 oktobur.
Magni Arge sigur, at felagið enn ikki hevur gjørt av, hvussu stórur tørvur verður á fleiri arbeiðsfólkum í heyst, men hann sigur tó, at tað uttan iva verður tørvur á fleiri fólk, tí virksemi verður so mikið nógv økt. Spurdur, um tað kann hugsast, at tað verða fólk, ið hava arbeitt hjá Flogfelag Føroya í sambandi við flogfarið hjá Maersk Air, sigur Magni Arge, at tað uttan iva verður brúk fyri summum av teimum.