Fáar atkvøður á muni

Jarvin Feilberg Hansen kann nú fara undir sítt triðja skeið sum formaður í Føroya Pedagogfelagi. Leygardagin vann hann tepurt á avbjóðara sínum.

Pedagogar: 16 atkvøður!!

Tað var munurin millum verandi formann og Maud Vang Hansen, sum var mótvalevnið til hetta starvið.

Felagið hevði aðalfund leygardagin, og her varð stríðsval um formanspostin, tí ein av nevndarlimunum sitllaði upp ímóti formanninum.

Tá atkvøðurnar vórðu taldar upp fekk Jarvin Feilberg Hansen 179, meðan Maud Vang Hansen fekk 163 – tað er: 16 færri.

Hinvegin kann ein staðfesta, at 17 atkvøður vóru blankar, og vóru tað á ein hátt hesar sum avgjørdu valið.


Rokkin mál

Frammanundan aðalfundinum vísti afturvaldi formaðurin á, Pedagogfelagið var í eini positivari tilgongd.

- Á fleiri økjum síggja vit ítøkilig úrslit av málum, sum vit hava arbeitt við í longri tíð, vísti hann á. – Hetta sæst ikki minst aftur í, at vit hava fingið fakfelagssamstarvið í fastar karmar.

Jarvin vísti haraftrat á, at tey kunnu eisini taka fult og heilt undir við mongum av teimum málum, sum samgongan borðreiðir við í samgonguskjalinum.

- Hetta eru alt mál, sum vit leingi hava virkað fyri, og sum nú tykjast at vera sett ovast á politiska breddan.

- Eingin ivi skal vera um, at stendur landsstýrið við sín setning, skal okkara partur, í einum neyvum samstarvi við avvarðandi politiskar myndugleikar, ikki liggja eftir, sigur Jarvin Feilberg Hansen, sum nú fer undir sítt triðja skeið sum formaður í Pedagogfelagnum.