Dávid Langgaard, sum í júst farna kappingarári hevur spælt við ÍF, skal komandi ár spæla við AB. Tað boðar felagið frá í kvøld.
24 ára gamli Dávid Langgaard er uppvaksin í KÍ, men hevur hetta seinasta árið spælt við ÍF, har tað bleiv til tilsamans 25 dystir.
Ein av orsøkunum til at Dávid hevur skift til AB er, at hann er undir lesnaði í høvuðsstaðnum.
AB hevur seinastu vikurnar gjørt sáttmálar við málverjarnar, Silas Eyðsteinsson og Bjarta Vitalis Mørk, og áleyparan Adeshina Lawal.