Í gjár tryggjaðu kvinnurnar hjá ÍF sær pláss í steypafinaluni í fótbólti. Á heimavølli hittu tær Víking í seinnu hálvfinaluni. Víkingur kom til Fuglafirðar við 3-1 sigri í fyrru hálvfinaluni, men hetta rakk ikki, tí ÍF vann 2-0 og finaluplássið við útivallarmálinum. Miðskeiðis í 1. hálvleiki skoraði Dania Olsen, og tíggju minuttir undan leikloki vóru tær í Víkingi so óhepnar at gera sjálvmál.
Sum gongdin hevur verið higartil í ár, so bendir nógv á, at talan verður um moralsku finaluna, tá ið KÍ og EBS/Skála hittast í Klaksvík seinnapartin. Fyrra hálvfinalan teirra millum var í Streymnesi 23. mai. Tá vann KÍ 4-0, so tað skal nógv til, um tað skal eydnast EBS/Skála at vinna seg í finaluna.
Men tær seinastu ferðirnar hevur tað gingið væl hjá felagsliðnum ímóti KÍ. 26. mai legði KÍ rygg til 2-0 tap í Streymnesi, og harvið er EBS/Skála oddalið í landskappingini.
KÍ og EBS/Skála hittast í Klaksvík í dag klokkan 14.00, og Magnus Jørmundsson verður dómari.