ÍF boygdi oddaliðið

Tað er Varmakeldustevna í Fuglafirði. Veðrið er framúr, og lagið er í topp á fuglfirðingum.

 

Í kvøld hevur ÍF vunnið landskappingardystin á heimavøli ímóti ÉB/Streymi 2-0. Bæði málini vórðu skorað í 2. hálvleiki.

 

Nenad Saric skoraði fyrra málið tíðliga í 2. hálvleiki, og Debes Danielsen staðfesti sigurin, tá ið EB/Streymur hevði nógv fólk frammi á vøllinum.

 

Sigurin var fult uppiborin, og serliga í 2. hálvleiki var stórur munur á hugburðinum og liðavrikunum, sum fuglfirïngar og teir í Sundalagnum sýndu.