ÍF buldrar víðari

Uppflytararnir úr Fuglafirði eru í holt við at byggja fastan bústað í Formuladeildini. Triðja sigurin í ár fingu teir í hús í gjár, tá ið teir vunnu tryggan 3-1 sigur á B71

FÓTBÓLTUR

 

Nýggi venjarin hjá ÍF, bretski David Jones, hevur veruliga fingið fótbóltsmaskinuna í Fuglafirði í gongd aftur. Eftir eina óhepna kappingarbyrjan, har ÍF tapti heili 0-4 fyri B36 í Gundadali, er gongdin nú vend. 10. stigið ognaði ÍF sær í gjár á heimavølli, tá ið eitt svingandi B71-lið var á vitjan.

 

Eitt lið á vøllinum

Á Sandoynni harmast viðhaldsfólk um, at B71 hevur trupult við at koma væl frá byrjan, og nógv taka til, at liðið bara spælir seinna hálvleik. Orðini komu til sín rætt í gjár, tá ið B71 enn einaferð spældi ein vánaligan fyrra hálvleik. ÍF vann sær skjótt takið, og longu eftir hálvum tíma var ÍF á odda 2-0. Bæði málini skeyt Bartal Eliasen, sum hesaferð leikti álopinum, av tí at Balasz Sinko var leikbannaður og Jonn Thomsen aftur var tøkur í miðverjuni. Fyrsta málið sendi Bartal í netið skamt frá brotsteigarmarkinum, meðan hann slapp at økja til 2-0, tá ið B71-verjan ikki fekk beint bóltin burtur av vandaleið.

 

Trygg leiðsla

2-0 sigst at vera vandamesta leiðslan í fótbólti, men hesa leiðslu dugdi ÍF væl at halda. Í seinna hálvleiki var ÍF eisini greitt omaná, og eftir góðum tíma økti Nenad Saric til 3-0. Gott smáspæl fór fram í høgru síðu, áðrenn Nenad trakk inn í vøllin og sendi bóltin í netið.

Vellington Soares minkaði um munin 10 minuttir seinni, tá ið hann sendi eitt langskot avstað. Hetta gjørdist eisini seinasta málið í dystinum, sum ÍF trygt stýrdi og hevði hevði tamarhald á. ÍF vísti gott smáspæl allastaðni á vøllinum, og vóru eisini tolnir at taka av røttu møguleikunum.

ÍF má sigast at vera komið væl frá byrjan í Formuladeildini, meðan tað ikki gongur heilt sum ætlað hjá B71. ÍF hevur nú 10 stig, meðan B71 verður verandi á fýra stigum.