Seinasta sunnudag - 26. mars - vóru liðin fimmti ár, síðan menn í bestu árum, sum vóru við Nólsoyar Páll, fóru í bjargingarbát, sum ongantíð varð funnin aftur.
Hendingin fór fram 1. páskadag í 1967. Nólsoyar Páll var ávegis til Grønlands, og stívliga 170 fjórðingar úr Mykinesi fingu teir ein sjógv sum førdi til, at saltið í lastini fór út í annað borðið, og skipið fekk stóra slagsíðu.
Fýra mans, allir í bestu árum, fóru í bjargingarbát, sum rak frá skipinum, áðrenn aðrir av manningini fingu møguleikan at sleppa í bátin.
Teir, sum vóru eftir umborð á Nólsoyar Páll, hildu, at teir, sum vóru komnir í bjargingarbátin, fóru at verða bjargaðir, meðan teir, sum ikki sluppu av skipunum, fóru at fáa váta grøv.
Tað skuldi tó vísa seg, at teir fýra menninir í bjargingarbátinum ongantíð vórðu funnir aftur, tó at leitað varð í fleiri dagar, bæði við skipum og flogførum.
Tað eydnaðist monnum, sum vóru eftir umborð á Nólsoyar Pálli, at sleppa niður í lastina morgunin eftir, at skipið hevði fingið slagsíðu. Teir byrjaðu beinanvegin at skumpa salt og fingið skipið á rættkjøl aftur.
Sunnudagin, 26. mars í ár - á sjálvum fimmti ára degnum - skipaði Sólfríð Lognberg fyri minningarløtu við minnisvarðan yvir sjólátnar í Skopun, og her vóru fólk í familjuni savnað.
Sólfríð er dóttir Sannu og Sofus Lognberg (Skopun), sum bert 22 ára gamal hvarv við bjargingarbátinum saman við Trúgva Hansen (Skopun), Vagn Jacobsen (Skálavík) og Jónleifi Hansen (Miðvági).
Sanna, sum var 21 ára gomul, gekk við Sólfríð, tá Sofus gekk burtur, og Sólfríð er fødd hin 16. juni í 1967. Tá áttu Sanna og Sofus eisini Sámal Petur Lognberg, sum var um hálvt annað ára gamal, tá pápin doyði.
Við minningarløtuna í Skopun seinasta sunnudag legði Sólfríð Lognberg eitt hjarta prýtt við blómum til minnis um teir fýra sum fórust. Hesir fýra doyðu frá tilsamans átta børnum, tá Sólfríð er íroknað.
- Eg tók stig til at minnast teir fýra, sum fórust, og saman við mínari familju henda dagin vóru eisini mamma mín, systir hennara og beiggi mín, Sámal Petur, umframt onnur, sum vóru við til løtuna í Skopun.
Sólfríð Lognberg sigur, at hóast fimmti ár eru liðin, er tað framvegis svárt at hugsa um tað, sum hendi, og dagurin 26. mars fer altíð at standa sum ein serligur dagur í minninum hjá familjuni.