Fødd sum maður - nú vøkur kvinna

Hin 24 ára gamla Ashley úr Avstralia hevur skift kyn - frá at vera maður, er hon nú kvinna.

Eftir at hon hevur lagt eitt filmsklipp út á netið, sum vísir, hvussu hon yvir trý ár - í útsjónd - er broytt frá manni til kvinnu, hava mong givið sær far um hana.

Á filmsklippinum vera vístar einar 1000 myndir, sum vísa, hvussu broytingarnar eru farnar fram.

- Eg gjørdi av at leggja hesar myndirnar út á netið fyri at deila søguna við allan heimin, sigur hin 24 ára gamla við norska Dagbladet, sum eisini vísir myndarøðina hjá henni.

Fyrstu myndirnar á filmsklippinum eru frá 8. desember í 2009, tá Ashley enn var ein maður. Tá byrjaði hann at taka hormonir.

- Tað var ikki soleiðis, at eg gjørdi av at skifta kyn. Eg havi kent meg feminina alt, eg veit um, og eg byrjaði at taka hormonir fyri at gerast meiri "komfortabul" í mínum egna kroppi, sum hon tekur til.

Ashley sigur, at hon ongantíð hevur angrað, at hon fór í holt við hesa viðgerð. So hvørt, sum hon á myndunum sær meiri og meiri feminin út, sær hon samstundis eisini glaðari út.

Seinastu myndirnar vísa eina vakra kvinnu - við stórum eygum, smølum eygnabrúm og eini útsjónd, ið sigur, at Ashley nú er ein kvinna.

Ashley hevur eisini verið gjøgnum aðrar viðgerðir enn hormonviðgerðir, sum eru viðvirkandi til hennara kvinnuliga vakurleika.