ÍF er avbjóðarin

Kambsdali megnaði Mjølnir ikki at taka stig, og tí er tað nú ÍF, sum er avbjóðarin hjá SÍ

Flogbóltur

 

Meðan SÍ hevur verið at kalla einaráðandi í manskappingini higartil, so hava menninir hjá Mjølni og ÍF kappast um, hvør teirra skal bjóða sørvingunum av í oddinum.

Undan dystinum leygardagin høvdu liðini bæði seks stig, og í longum løtum gjørdist dysturin júst eins spennandi, sum roknast kundi við.

Mjølnir var liðið, sum fekk betru byrjanina, men spakuliga tók ÍF yvir. Og tó at Mjølnir royndi at muta ímóti, so gjørdist talan at enda um ein hampuliga tryggan 3-1 sigur til fuglfirðingarnar.

Við átta stigum eru tað nú teir, sum eru næstir SÍ, nú farið verður í vetrarfrí.

Samstundis er stigatalvan broytt, nú Fram endaliga hevur strikað seg úr kappingini. Í oddinum gjørdi hetta tó ikki tann heilt stóra munin, tí Fram hevði tapt allar sínar dystir móti trimum teimum fremstu liðunum. Men við bara fýra liðum eftir á talvuni verður restin av kappingarárinum heldur tunnligt.