ÍF er í døpurhuga

Í Klaksvík eru tveir leikbannaðir, meðan fuglfirðingar ivast í, um tað loysir seg at seta teir tríggjar á vøllin í dag, sum undan endaumfarinum liggja á markinum at verða leikbannaðir

Í nakrar vikur var møguleiki fyri, at tað í 100. árinum hjá KÍ kortini skuldi eydnast teimum at vinna heiðursmerkir. Tapið í Vági bar við sær, at einki fer at spyrjast burturúr hesum. Undan síðsta umfarinum er KÍ á 6. plássinum. Um væl vil til í dag, so er møguleiki fyri, at KÍ fer at enda á fjórða plássinum. Um illa fer at vilja til hjá klaksvíkingum í dag, so verður endastøðan sjeynda plássið.
Jákup Mikkelsen hevur vant eitt lítið sindur í vikuni, men í gjár var tað rættuliga ivasamt, um hann verður førur fyri at spæla í dag, tá ið hann fyri síðstu ferð verður í KÍ búnanum.
Tað er greitt, at Eyðun Klakstein og Leon Bjartalíð verða leikbannaðir, eftir at teir sóu gult í Vági. Ovi Nysted er tøkur aftur, eftir at hann var leikbannaður síðsta sunnudag. Møguligir avloysarar eru Frank Joensen ella Tórður Lervig. Teir hava síðstu ferðirnar spælt onkra løtuna. Kristian á Lakjuni var eisini við í Vági, men hann hevur spælt so mikið lítið, at hann neyvan verður við frá fyrsta bríksli.

Goyma trumfarnar
Mánakvøldið varð tað greitt, at ÍF skal í endaspæl um plássið í bestu deildini. Tað skulu teir uttan mun til, hvussu tað fer at vignast í Klaksvík í dag.
Allir fuglfirðingarnir eru tøkir. Spurningurin er tó, um allir teir, sum plaga at vera á besta liðnum, fara at vera har í dag. Støðan er tann, at tríggir spælarar verða leikbannaðir næstu ferð, teir fara at síggja gult. Um teir fara at síggja gult í dag, so verða teir leikbannaðir í fyrra dystinum í endaspælinum. Talan er um Bartal Eliasen, Rúna Elttør og Fritleif í Lambanum, sum eisini er eitt sindur smáskaddur.
Tá ið ÍF í síðsta umfarinum í 1999 var í Klaksvík, fluttu teir niður í næstbestu deildina, meðan KÍ gjørdist meistari. Tað er greitt, at hvørki ÍF ella KÍ fara at endurtaka ávikavíst sorgarleikin og bragdið í dag.