Uros Stojanov var aftur í dag høvuðsleikari hjá ÍF. Í venjingardystum hevur hann víst seg at vera málrevurin, sum fuglfirðingar í fjør longdust eftir.
Í dag var ÍF úti á Skála og spældi fyrsta landskappingardystin, og aftur í dag átti álopsspælarin Uros Stojanov høvuðsleiklutin. Hann skoraði bæði málini.
ÍF legði seg framum í 21. minutti. Nýggi vongverjin í høgru, Sjúrður Pauli Nielsen, átti innleggið, og Uros Stojanov var á rætta plássinum í røttu løtuni.
Tíggju minuttir eftir steðgin átti Filip Djordjevic uppleggið, og aftur var tað Uros Stojanov, sum var málskjútti.
Tað leikaði javnt á, men tað gekk striltið hjá Skála at fáa málið, sum kundi fáa spenning í aftur.
Sjey minuttir undan leikloki eydnaðist tað. Innskifti Poul Kallsberg setti bóltin í málið, eftir at hann hevði sneitt seg leysan av tveimum mótstøðumonnum.
ÍF skal annan sunnudag í øðrum umfari spæla á heimavølli ímóti HB. Um tað eydnast at vinna fulla úrtøku ímóti HB, so verður úrtøkan eftir tvey umfør tann sama, sum ÍF úrtøkan var eftir 27 umfjør í fjør.
Skála skal annan sunnudag í øðrum umfari spæla á útivølli ímóti Víkingi.
Skála – ÍF 1-2 (0-1)
0-1: Uros Stojanov
0-2: Uros Stojanov
1-2: Poul Kallsberg