ÍF-Fleyr avlýstur

Flogbóltur: Dysturin millum ÍF og Fleyr í meistaradeildini hjá kvinnum varð avlýstu

Sambært skránni skuldu ÍF og Fleyr leika dyst á Kambsdali leygardagin, men av ymsum ávum varð hesin dysturin av ongum.

Dráttur, sum átti at døma dystin, hevði mistikiðå seg, og tí høvdu tær ongan dómara sent til Fuglafjarðar. Kortini eydnaðist liðunum at finna ein annan dómara, men tá hesin møtti, bar Fleyr seg undan at spæla dystin, tí ein av teirra leikarum hevði fingið skaða.

Møtti dómarin skrivaði kortini ein dómaraseðil fyri dystin og sendi Flogbóltssambandinum hann við frágreiðing um tilburðin.

Sosialurin tosaði við kappingarstjóran hjá Flogbóltssambandinum sunnukvøldið, og hann segði, at FBF ikki hevði tikið støðu til henda dystin enn.

»Tað er sera óheppið, at slíkt hendir, men nú mugu vit síggja frágreiðingina frá dómara og liðunum áðrenn vit taka støðu«, sigur Trygvi Poulsen.

Flogbóltssambandið skuldi hava fund um málið í gjárkvøldið.

Sum vit hava skilt er eitt sindur av tvídrátti í uppfatanini hjá liðunum báðum, sum ger, at tað ikki er bara sum at siga tað at taka støðu í málinum.

Fyri Fleyr er málið sera óheppið, tí fyri nøkrum vikum síðani møtti liðið ikki til dyst móti TB. Tá var sjúka orsøkin. Hesaferð vóru tær á staðnum við seks leikarum, men tá tann eini fær skaða, ber ikki til at manna lið, og so ber hedur ikki til at spæla.

Hvør avgerðin var, vita vit sjalvsagt ikki, men vinnur ÍF, so smoyggja tær sær framum Fleyr í stigatalvuni og lata havnarkvinnum síðstaplássi í kappingini.