Føroysku peningastovnarnir og tryggingarfeløgini mæla landsstýrinum til at taka aftur uppskotið um at hækka skattin hjá fíggingarfeløgum -Uppskot landsstýrisins um serskatt á fíggjarfyritøkur er til stóran skaða fyri Føroyar sum íløguland, fyri
kappingarførið hjá føroyskum vinnulívi og harvið føroyska samfelagið.
Tað siga peningastovnarnir og tryggingarfeløgini í einum skrivi til landsstýrið.
Feløgini vísa á, at sambært ólavsøkupakkanum er endamálið við tiltøkunum, at negativu avleiðingarnar av fíggjarkreppuni og øðrum umstøðum her heima gerast so smáar sum gjørligt. Men sambært feløgunum er andsøgn ímillum uppskot og endamál.
-Eitt av átøkunum hjá landsstýrinum er, at Føroyar skulu marknaðarførast sum íløguland, eins og sagt verður, at arbeitt verður við virksemisskapandi tiltøkum í breiðari høpi. Trupulleikin er, at landsstýrið samstundis skýtir upp, at hækka P/F-skattin hjá føroyskum fíggjarstovnum við 50%, umframt at hækka kapitalvinningsskattin og broyta hendan komandi 5 árini. Hetta eru bæði átøk, sum eru í beinleiðis andsøgn við uppskotið at gera Føroyar til eitt áhugavert
íløguland, stendur millum annað í skrivinum frá fíggingarstovnunum.