Tórshavnar býráð hevur samtykt fíggjarætlanina fyri komandi ár.
Annika Olsen sigur, at stóri fólkavøksturin upp á 1.700 fólk seinastu fimm árini gevur kommununi avbjóðingar.
Hon sigur, at raksturin hjá kommununi liggur upp á 5,6 prosent.
– Tá vit vóru upp ímóti 10 prosentum, tá vit byrjaðu at leggja fíggjarætlanina, men vit hava tálmað úreiðslurnar og endaðu niðri á 5,6 prosent.
Hoyrið samrøðuna, sum Árni Gregersen hevði við Anniku Olsen á FM við at trýsta á pílin undir myndini.

Fíggjarætlanin í Havn javnvigar við 1.064 milliónir

