Fíggjareftirlitið viknar av útskifting av starvsfólki

Útskiftingin av starvsfólki í Fíggjareftirlitinum er so stór, at hon ávirkar eftirlitið

Danska Fíggjareftirlitið, sum eisini hevur eftirlit við føroyskum peningastovnum, hevur so stóra útskifting av starvsfólki, at tað gongur út yvir eftirlitið.

Tað skrivar miðilin Finans.

Síðani 2006 eru 16,7 prosent av starvsfólkunum skift út á hvørjum ári, og í ár er meira enn fjórðahvørt starvsfólk farið úr starvi.

– Hetta ger, at Fíggjareftirlitið missir royndir og styrki, sigur Jesper Rangvid, professari á Copenhagen Business School við Finans.

– Tað tekur tíð at menna vitan og royndir í einum stovni sum Fíggjareftirlitinum, tí eftirlitið virkar á einum sera fløktum og krevjandi øki, sigur hann.

Jesper Berg, sum er stjóri í Fíggjareftirlitinum, sigur, at tað er trupult hjá Fíggjareftirlitinum at fáa starvsfólk við røttu førleikunum, tí privata vinnan bjóðar hægri løn.

Politiskur meiriluti er fyri, at Fíggjareftirlitið frameftir kann løna starvsfólkum betur.