Fíggjarkreppa minkar um nýtsluna

At fíggjarkreppa hevur herjað síðan heyst merkist á nøgdini av burturkasti á brennistøðunum. Fólk ansa betur eftir, hvat tey tveita burtur, og seinasta ársfjórðing í fjør minkaði nøgdin av burturkasti við 8 til 10 prosentum hjá IRF

Tá kreppa er, ella tá tosað verður um kreppu, verða fólk meria varin við, hvat teirra pengar verða nýttir til. Fólk ansa betri eftir, um tað, tey hava goldið fyri, verður gagnnýtt sum best, ella um tað bara verður tveitt í ruskspannina, fyri síðan at keypa nýtt.

Tað sama er eisini galdandi nú fíggjarkreppa hevur herjað Heimin síðan heyst, og síðan tosið byrjaði um fíggjarkreppu, kassarnir hjá bankunum smekkaðu í móti ovurnýtslu og uppsagnir komu undan kavi, hava bæði brennistøðin hjá IRF á Hagaleiti og brennistøði á Hjalla merkt eina minking í mongdini á ruski.


Minkað við 10 prosentum

Á brennistøðini hjá IRF á Hagaleiti í Leirvík hava tey merkt eina støðuga minking síðan tosið um fíggjarkreppu tók seg upp. Stjórin í IRF, Poul Andrias Joensen, greiðir frá, at minkingin er millum átta og tíggju prosent seinastu tríggjar mánaðirnar í 2008, í mun til seinastu tríggjar mánaðirnar í 2007.

Tilsamans brendi brennistøðin á Hagaleiti 17.830 tons í 2007 og 17.280 tons í 2008, also ein minking á góð 550 tons.

Eisini á kommunalu brennistøðini á Hjalla merktu tey eina minking á góð 500 tons í 2008 í mun til 2007, frá góðum 16.000 tonsum til 15.500 tons.


Týðulig tendensbroyting

Um vit hyggja eftir ovara grafinum til høgru, sum vísir mánaðarligu brenningina hjá brennistøðini á Hjalla, síggja vit, at grafarnir fylgjast væl og líkjast nógv fyrra hálvárið í 2007 og 2008. Síðan sæst ein tendensbroyting eftir juli mánað, har væl minni verður brent restina av árinum í 2008. Juli mánaður var eisini mánaðin, har oljuprísurin var hægstur, og tá tað líður út á heystið byrjar fíggjarkreppan at herja.

Hinvegin er seinasti mánaðin í hesum grafinum nakað misvísandi, tá brennistøðin ikki brennur um jólni og nýggjárið. Tískil er tað ógvusliga fallið har mest orsakaða av, at brennistøðin liggur still fleiri dagar seinast í desember, hevur Bárður Mikkelsen, stjóri í Kommunalu Brennistøðini á Hjalla, greitt okkum frá.

Tó er ein tendensur at hóma, sum vísir, at minni verður tveitt burtur seinna hálvári 2008 í mun til árið fyri.

Á niðara grafinum sæst eisini, at samlaða mongdin av brendum ruski minkaði í 2008 í mun til 2007.


Vanligur januar

Sambært stjóranum í IRF, Poul Andrias Joensen, hevur innsavningin í januar mánaði í ár verið vanlig, og er mongdin nakað tað sama, sum fyri einum ári síðan.

Um hetta er orsakað av, at bankapakkar og onnur tiltøk at stimbra marknaðin við, hava fingið meira ró á marknaðin aftur, er enn alt ov tíðliga at spáa um.

Tó kann bara staðfestast, at tað týðuliga merktist hjá brennistøðunum, at fólk ansaðu betri eftir, hvussu pengarnir vóru nýttir, og at minni varð tveitt burtur seinasta ársfjórðing 2008 enn seinasta ársfjórðing 2007, og at samlaðu mongdirnar av brendum ruski eisini minkaðu í 2008 enn í 2007.