Vanliga verður tað kastað føroyingum fyri, at vit eru ov seinir á sjóvarfallinum, sæð í orðsins ringa týdningi. Men onkuntíð kann tað koma væl fyri.
- Tað, sum vit sóu eftir 11. september 2001 var, at amerikanski búskapurin bumbaði rentuna niður á 1 prosent, og hetta førdi við sær eitt búskaparligt boom, sum fekk húsaprísirnar at vaksa ótilsvarandi virðið á húsunum. Gongdin í amerikanska búskapinum ávirkaði evropeiska marknaðin sum reageraði á sama hátt áleið 2003-04, men hetta rákið kom ikki til Føroya fyrr enn 2006-07, og tí merkja vit væntandi heldur ikki stóra sveiggið í búskapinum á sama hátt sum stóru búskaparmarknaðirnir, sigur Johnny í Grótinum, virkandi deildarstjóri í donsku deildini hjá Føroya Banka.
Amerikanski búskaparmarknaðurin er hin størsti í heiminum og ávirkar tí búskapin hjá øllum londum. Men hann er eisini øðrvísi samanskrúvaður enn aðrir fíggjarmarknaðir.
- Í flestu statum í USA hefta fólk ikki persónliga fyri sínum bústaðarláni. Tað merkir, at kenna fólk, at tey ikki megna at rinda rentur og avdrag av húsum sínum, kunnu tey bara fara í bankan við lyklunum til húsini, og so eru tey leys av allari ábyrgd, sigur Johnny í Grótinum.
Tað merkir, at um tú keypir eini hús fyri tvær milliónir við hálvuaðru í láni, og húsavirði fellur niður um lánsvirði, so kann tú sambært amerikanskari lóg bara lata bankanum húsini aftur og so annars gerast leysur av láninum, tí bankin hevur pant í húsunum.
Gott tá tað
gongur væl
Realkreditt stovnarnir í USA arbeiða undir heilt øðrvísi karmum enn teir gera í Danmark, og tað ávirkar eisini virksemi hjá stovnunum í báðum londunum.
- Í USA eru realkreditt stovnarnir meiri ella minni hálvalmennir. Tað merkir, at tað liggur ein væntan um, at stjórnin traðkar til, um tað gongur galið. Hetta førir so aftur við sær, at realkreditt stovnar sum Fanny May og Freddie Mac lána pening til eina ov lága rentu og lána pengarnar út aftur til eina hægri rentu. Og somuleiðis hava hesir stovnarnir gjørt íløgur í sonevndu ’sub prime’ lánini fyri hesar lántu pengarnar, sigur Johnny í Grótinum.
Teir gera so ymsar íløgur við lántu pengunum, og so leingi tað gongur væl, er alt gott. Og aðrir lánistovnar hava ongar trupulleikar at lána pengar til realkreditt stovnarnar, tí tað liggur jú í luftini, at kollsigla hesir, stendur amerikanska stjórnin klár at lofta teimum.
- Og tað gekk jú strúkandi heilt fram til august mánað í 2007, tá bústaðarkreppan av álvara tók seg upp. Síðani hevur hendan sonevnda subprime kreppan hildið amerikanska fíggjarmarknaðinum í einum búskaparligum meldri, sigur Johnny í Grótinum.
Ein part av orsøkini til hetta finna vit helst í teimum kørmum, sum amerikansku realkreditt stovnarnir hava at arbeiða undir.
- Í fleiri av teimum stóru statunum skulu hesir stovnar eitt nú ikki rinda skatt. Aftur fyri hava teir eina ávísa skyldu at veita lán til kundar, sum annars ikki høvdu fingið lán aðrastaðni. Tað vil siga veita lán til subprime kundar, kundar, sum í veruleikanum ikki hava ráð at upptaka lán, sigur Johnny í Grótinum.
Neyðug bjarging
Teir báðir sera stóru realkreditt stovnarnir, Fanny May og Freddie Mac, arbeiddu sostatt við rættiliga leysum teymum. Tað gjørdi, at teirra íløgur vóru ógvuliga váðafúsnar, júst tí, at amerikanska stjórnin virkaði sum eitt trygdarnet undir stovnunum.
Og hetta gekk sum nevnt strúkandi, til subprime kreppan tók seg upp í august 2007, Síðani tá hava báðir stovnarnir siglt í tungum sjógvi, og tað førdi so við sær, at amerikanski fíggjarmálaráðharrin, Hank Paulson, í juli mánaði í ár stóð fram og boðaði frá, at amerikanska stjórnin tryggjaði peningin í sambandi við fíggjarkreppuna, sum Fanny May og Freddie Mac vóru komin í.
- Hetta hjálpti í eina tíð, men vísti seg kortini ikki at vera nóg mikið. Sunnudagin sá amerikanska stjórnin seg so noydda at yvirtaka Fanny Mae og Freddie Mac, sigur Johnny í Grótinum.
Og hetta ávirkaði beinanvegin partabrævakursirnar um allan heim.
- Her í Danmark hækkaðu kursirnir munandi. Bæði mánadagin og týsdagin hækkaðu kursirnir hjá Danske Bank 4-5% og hjá Nordea 5-6%. Og á partabrævamarknaðinum yvirhøvur gingu kursirnir uppeftir, sigur Johnny í Grótinum.
Hann heldur, at hendan bjargingin var neyðug, tí at latið realkreditt stovnarnar Fanny May og Freddie Mac farið á heysin, hevði havt óánaðar avleiðingar við sær. Nevnast kann, at hesir báðir stovnar standa sum lánsveitarar av helvtina av øllum bústaðarlánum í USA.
Langt á mál
Men góða gongdin tveir teir fyrstu dagarnar í vikuni fingu longu eitt skot fyri bógvin í gjár, tá tað frættist, at ætlaða koreanska peningainnspræningin í Lehman Brothers kortini ikki verður av nøkrum.
- Partabrævakursurin fall 42% í morgun, og tað svarar til 20 milliardir føroyskar krónur. Tilsamans er partabrævakursurin í Leaman Brothers fallin 88% higartil í ár, soleiðis eru útvið 200 miljardir føroyskar krónur í marknaðarvirði farnar fyri skeyti, sigur Johnny í Grótinum.
Hesi tíðindi hava so ført til, at hækkingin í partabrævakursunum er stagnerað. Og fíggjarkreppan hasar ikki av beint um hornið.
- Kreppan hasar ikki av, bert tí amerikanska stjórnin hevur bjargað Fanny Mae og Freddie Mac. Tað verður neyðugt at rudda heilt upp og fáa allar beinagrindir út úr skápinum, sigur Johnny í Grótinum.
Hann sigur, at altjóðagerðin merkir, at allir fíggjarmarknaðirnir verða samantvinnaðir.
- Óvissan á fíggjarmarknaðunum ger, at útlitini til búskaparligan vøkstur eru minkað. Nógv bendir soleiðis á, at Evropeiski Miðbankin verður noyddur at lækka rentuna síðst í hesum árinum ella fyrst í komandi ári. Tí eru ábendingar um, at fíggjarkreppan ikki hasar av fyrr enn einaferð síðst í 2009, sigur Johnny í Grótinum.
Men hóast kreppan ikki beinleiðis ávirkar føroyska fíggjarmarknaðin, so ger hon tað kortini.
- Hon hevur tann týdning, at tað gerst dýrari hjá føroyskum peningastovnum at lána pening, sum sæst aftur í eini hægri lánirentu hjá føroyskum húskjum og fyritøkum. Og tað leggur óiva ein dempara á íløgu- og nýtsluhugin í Føroyum. So vit kunnu rokna við, at tað verður lagdur ein dempari á búskaparliga virksemið í Føroyum, sigur Johnny í Grótinum.
Men av tí at føroyski búskapurin kom nakað seinni við upp í altjóða íløgu- og nýtsluveitsluna, og eitt nú húsaprísirnir eru hækkaðir lutfalsliga minni, so gerst hóttafallið ikki so stórt sum í øðrum búskapum, sum t. d. í Stórabretlandi og USA.