Fíggjarlógaruppskotið lagt fram

Á tingfundi í gjár klokkan tíggju var uppskotið til løgtingsfíggjarlóg fyri 1999 lagt fram. Uppskotið hjá samgonguni vísir eitt yvirskot uppá umleið 125 mió. krónur og tá eru avdráttirnir av statsskuldini goldnir

Klokkan tíggju gjáramorgunin legði Karsten Hansen sína fyrstu fíggjarlóg fram fyri tingið.

Uppskotið hjá Karsteni Hansen til fíggjarlóig fyri komandi ár hongur soleiðis saman, at talan verður hægri inntøkur og hægri útreiðslur, men sum tó endaliga gevur eitt hægri yvirskot enn í 1998.

Samgongan metir, at inntøkurnar hjá landskassanum fara at verða rættuliga fitt hægri enn tær vóru seinasta ár.

Tá vóru inntøkurnar av skattum og avgjøldum knappar 2 mia. krónur. Men fíggjarmálaráðharrin væntar, at tær í ár gerast umleið 75 mió. krónur hægri.

Afturat hesum kemur hækkingin í ríkisstuðlinum uppá góðar 22 mió. krónur og samanlagt verður mett, at inntøkurnar gerast uml. 130 mió. hægri enn í fjør.


Rakstrarútreiðslurnar hækkað

Útreiðslurnar til sjálvan raksturin av landshúsarhaldinum hækkað eisini sambært fíggjarlógini fyri 1999.

Fíggjarmálaráðharrin metir í uppskotinum, at útreiðslurnar at reka føroyska samfelagið verða uml. 112 mió. krónur hægri næsta ár enn í ár, og tað finst ein skilagóða frágreiðing hví so er.

Tá løgtingið samtykti at broyta fólkaskúlalógina hendi tað, at kostnaðurin at reka skúlarnar gjørdist hægri enn hann var, og tað er júst hetta, sum sæst aftur í fíggjarlógaruppskotinum. Sambært uppskotinum er hetta størsta frágreiðingin uppá hækkingina.

Næsta ár standa eisini lønarsamráðingar fyri durum og fíggjarmálaráðharrin hevur í uppskotinum lagt upp fyri at ein partur av lønarniðurskurðinum skal berast aftur til løntakararnar. Í staðin fyri vanliga at rokna við eini lønar hækking uppá 1 prosent er í hesum fíggjarlógaruppskotinum roknað við 3 prosentum.

Eitt annað, sum ávirkar útreiðslurnar hjá landskassanum er, at játtanin til undirsjóvartunnil framyvir ikki verður gjørd sum ein grunsavseting. Peningurin verður ístaðin latin einum felag at gera tunnil fyri, og tí ávirkar hann fíggjarlógina fyri komandi ár


Avtaln við stjórnina

Sum kunnugt gjørdi landsstýrið avtalu við donsku stjórnina um skuldina til statin og tann avtalan hevur við sær, at rentuútreiðslurnar hjá landskassanum minka við umleið 200 mió. krónum.

Nú skal landskassin gjalda avdrátt av láninum og tað merkir so aftur at skuldin og harvið rentan fert at minka.

Í sambandi við fullveldisætlanir landsstýrissins hevur verið tosað um at gera eina fíggjarlóg, sum skal skapa grundarlag fyri einum sjálvberandi føroyskum búskapi.

Um henda fíggjarlógin ger tað, skulu vit ikki taka dagar ímillum, men í nærmastu framtíð fara vit at fáa politikarar og onnur at geva teirra boð uppá júst henda spurning.

Fyrsta viðger av fíggjarlógaruppskotinum verður mikudagin 7. oktober