Fíggjarlógin 2003 - eitt makkverk

Fíggjarlógin fyri 2003 leggur upp til eitt hall í bestu búskapartíðum, hóast allar lógarbundnu útreiðslurnar ikki eru tiknar við og inntøkurnar eru yvirmettar. Harumframt ber fíggjarlógaruppskotið fyri 2003, eins og undanfarin ár, móti støðugt dýrari rakstri. Tískil koma vit longur og longur burtur frá einum sjálvberandi búskapi. Ikki kann sigast annað enn at fíggjarlógaruppskotið fyri 2003 er eitt makkverk.

Mánadagin í síðstu viku legði landsstýrið fram fíggjarlógaruppskotið fyri 2003. Ikki kann sigast annað enn at talan er um eitt ógvuliga ótrúðverdugt uppskot, sum hóast at allar útreiðslur ikki eru komnar við í uppskotið og sera bjartar ásetingar á inntøkusíðuni, ikki vísir annað enn 2 mill. kr. í avlopið. Ótrúðligt at Landsstýrið ikki er meiri at sær komið enn at leggja tílíkt uppskot fram til viðgerðar.

Fíggjarlógin hevur fleiri løg
Fíggjarlógin er bæði eitt stutttíðaramboð, har ásetingarnar í lógini vísa hvussu Landsstýrið ætlar at prioritera í einum ári, men er samstundis eisini eitt langtíðarstýringsamboð sum vísir hvørja kós Landsstýrið stingur út í kortið.
Av tí at tað er ringt at viðgera øll viðurskiftini í fíggjarlógini undir einum, vil eg her einans viðgera stutttíðarfíggjarlógina, meðan eg í tveimum fylgjandi greinum fari at viðgera kósina sum er løgd av sitandi samgongu og samanbera við kósina sum eigur at vera løgd.

Útreiðslurnar
Raksturin á fíggjarlógini er vaksin meiri enn eina milliard seinastu árini undir hesi samgonguni. Sostatt skuldi vit trúð at nú vóru allar útreiðslurnar komnar við á fíggjarlógina. Men so er ikki!
Undirsjóvartunnilin til Klaksvíkar, sum bleiv skundaður niðan í tingið beint undan valið, er ikki komin við á fíggjarlógina. Talan hevur verið um at brúka av óbrúktum íløgujáttanum í 2002 fyri at pynta um úrslitið í 2003, men hetta er einans kreativ bókføring. Ein útreiðsla eigur at takast við har hon eigur heima, tí annars er ikki fult gjøgnumskygni í roknskapinum.
Í lógini um fast samband um Leirvíksfjørð stendur annars: "§ 2. Játtanin til verkætlanina stór kr. 195 mió verður ásett á fíggjarlóg yvir eitt 6 ára skeið við kr. 32,5 mió árliga, fyrstu ferð í 2003.", sostatt hevur løgtingið álagt Landsstýrinum at avseta pening til hesa íløguna í 2003.
Harumframt væntar peningur til at útbyggja havnina í Vági. Hetta er eisini ein samtykt løgtingslóg, og tískil eigur peningur at verða játtaður til hetta - talan er um 18,5 mill. kr.
At enda kann nevnast ein onnur týdningarmikil íløga sum hava verið frammi í kjakinum, fiskivinnuskúlin í Vestmanna, sum alt ov leingi hevur bíðað eftir eini útbygging, men sum onga íløgujáttan hevur fingið í 2003.

Inntøkurnar í fíggjarlógini
Umframt at tað mangla útreiðslur, so eru inntøkurnar yvirmettar.
Inntøkurnar hjá Landskassanum eru í trimum - skattir, avgjøld og blokkstuðul.
Blokkstuðulin er tann einasta vissa inntøkan, sum er kend fammanundan fíggjarlógin verður løgd. Skattir og avgjøld eru óviss, tí tey broytast alt eftir konjunkturgongdini í búskapinum.
Seinastu árini hava búskaparliga verið avbera góð - gullár. Tískil hava inntøkurnar hjá Landskassanum verið undirmettar tá fíggjarlógin var løgd, tí vøksturin í búskapinum hevur verið sera stórur.
Hetta er at frøðast yvir, men vit eiga eisini at leggja í geyma, at hetta hevur verið støðan og er tíverri ikki støðan longur. Vit hava sæð tekin um at búskapargongdin er vend og eiga tískil at leggja fíggjarlógina eftir búskaparstøðuni.

Metingin má undirbyggjast
Tá metast skal um inntøkurnar frá skattum og avgjøldum, er neyðugt at meta um útlitini fyri framtíðargongdina í lønargjaldingunum í ymisku vinnugreinunum. Frá fíggjarmálastýrinum fæst at vita, at eingin tílík meting er gjørd tá fíggjarlógini 2003 bleiv gjørd, men einans bleiv gitt at búskaparvøksturin fer at vera 6 %, tí "hetta er minni enn undanfarin ár sum hava ligið um 10 %".
Fyri at fáa eina undirbygda meting, sum fólk kunnu fyrihalda seg til, havi eg her gjørt eina tílíka. Myndin vísir gongdina í lønargjaldingunum í vinnugreinunum. Fyri betur at kunna yvirskoða vinnugreinirnar eru tær lagdar saman í tríggjar høvuðsvinnugreinir, nevniliga: "Høvuðsvinnur", sum er fiskivinnan, alivinnan, fiskavøruídnaður o.l., "Alment visksemi", sum er land og kommunur og "Avleiddar vinnur", sum er ein restbólkur av handilsvinnu, fígging, flutningur, ídnaður o.l.

Ikki 6 % búskaparvøkstur
Í metingini, sum er víst á myndini, vaksa almennu lønargjaldingarnar við 110 mill. í 2003 í mun til 2002, hetta er 90 mill. sum er ásett í fíggjarlógini, umframt ein mettur vøkstur á 20 mill. í kommununum. Tilsamans er hetta ein vøkstur á 5,8 % í almennum lønargjaldingum.
Høvuðsvinnurnar eru mettar at standa í stað í mun til 2002 - tvs. í metingini er ikki lagt upp fyri, at høvuðsvinnurnar møguliga koma at minka nakað sum fylgju av lækkandi fiskaprísum ella trupuleikum í alivinnuni. Metingin sigur altso, at støðið í høvuðsvinnuni í 2003 verður júst tað sama sum í 2002 - tvs. null-vøkstur. Her skulu vit minnast, at 2002 er eitt rímiliga gott ár hjá høvuðsvinnuni.
At enda er mett um ein vøkstur í avleiddum vinnum á 1,7 % í mun til 2002 - tvs. ein minking í vøkstrinum, men ikki nakað fall.


Samlað gevur metingin ein búskaparvøkstur í 2003 á 2,6%, sum er nakað minni enn tey 6%?ini sum fíggjarmálaráðið metir.

Skattir og avgjøld
Í metingini vaksa skatta- og avgjaldsinntøkurnar umleið 60 mill. í mun til metingina í fíggjarlógaruppskotinum sum er 120 mill.
Metingin er ikki negativ, tí hon roknar als ikki við nøkrum falli í inntøkunum, men einans at vøksturin er minkaður munandi.
Um henda metingin er røtt, koma sostatt at mangla umleið 60 mill. á inntøkusíðuni á fíggjarlógini.

Mugu vænta eitt hall á fíggjarlógini
Niðurstøðan kann ikki vera onnur, enn at vit í bestu búskapartíðum mugu rokna við at tá allar útreiðslurnar eru komnar við og inntøkurnar betur eftirfarandi, fer fíggjarlógin at vísa eitt hall í 2003 eins og vit kunnu vænta at tað verður hall longu í ár.
Fíggjarlógin er ein av mest týdningarmiklu lógum Landsstýrið hevur at leggja fram fyri Løgtingið. Fíggjarlógin vísir hvussu Landskassin ætlar at nýta peningin sum kravdur verður inn frá borgarunum. Um samgongan ikki er førð fyri at stýra hesi týdningarmiklu lóg betur enn teir hava víst seinastu árini, hava vit ikki nógv gott í væntu frá hesi samgonguni.

Í tveimum fylgjandi greinum vil eg lýsa aðrar partar av fíggjarlógini, nevniliga hvussu fíggjarlógin er eitt amboð til at javna konjunkturarnar við og hvørjar raðfestingar eru neyðugar á fíggjarlógini um vit skulu arbeiða fram móti einum sjálvberandi búskapi.