Magni Laksáfoss Streymnes 11. okt. 2002
Ein kundi freistast til at trúð, at niðurskurðurin av blokkinum hevur verið eitt mergja stig móti einum meiri sjálvberandi búskapi, men so er ikki.
Ikki meiri sjálvberandi
Ríkisveitingin er í dag umleið 15% av búskapinum, hetta er munandi meiri enn í 50?unum og 60?unum og á leið tað sama sum í 70?unum og 80?unum. Sostatt kann ikki sigast, at búskapurin í dag er meiri sjálvberandi, enn hann hevur verið.
Samgongan yndar at samanlíkna við støðuna mitt í 90?unum tá alt stóð ringast til, men lítil nytta er í at samanlíkna støðuna í dag, sum má kallast fyri gulltíðir, við eina støðu í 90?unum, sum má kallast fyri djúpar krepputíðir.
Nevnast kann tó, at Ríkisveitingin í 90?unum var umleið 25% av búskapinum og meiri neyðug enn
nakrantíð.
Nyttir ikki bert at skerja Ríkisveitingina
Tað nyttar einki at hava ein búskaparpolitikk, sum einans leggur seg eftir at skerja Ríkisveitingina, samstundis sum útreiðslurnar á Landskassanum fara til himmals. Samanhangur má jú vera millum inntøkur og útreiðslur.
Heldur einki nyttar at hava ein politikk, sum einans gongur eftir at minka um almennar tænasturnar fyri at klára seg við minkandi Ríkisveiting, tí fólk í dag vilja hava eitt vælvirkandi sjúkrahúsverk, góðar almannaveitingar og góðan infrastruktur.
Økja um inntøkuskapanina
Einasta gongda leið móti einum sjálvberandi búskapi er, at leggja okkum eftir at skapa vaksandi inntøkur í Føroyum, so at føroyski búskapurin veksur frá Ríkisveitingini. Leggja vit okkum einans eftir at skerja Ríkisveitingina, enda vit við einum skerdum samfelagi. Tað er neyvan tað vit ynskja okkum.
Besti mátin at økja um inntøkuskapanina er, at stimbra vøkstri í høvuðsvinnunum og hjávinnum hjá høvuðsvinnunum. Hetta gera vit best við at leggja okkum eftir at betra um útbúgvingarnar innan høvuðsvinnuna, meiri gransking og annars geva vinnuni best møgulig kor at virka undir.
Tí sker tað í eyga, at fiskivinnuskúlin í Vestmanna framvegis arbeiðir undir vánaligum treytum og ongin játtan er á fíggjarlógini til at betra um arbeiðsumstøðurnar.
Samanumtikið kann í stuttum sigast, at tað sum manglar mest í fíggjarlógini er ?viljin til vøkstur?.