Fíggjarlógin er politiskt máttloysi

At landið hevur knappar 800 milliónir í undirskoti í eitt ár er eingin katastrofa. Men tað er ein trupulleiki, at politiska skipanin ikki er før fyri at gjøgnumføra nakrar reformar, sum skulu fremjast, um kreppan ikki skal gerast varandi. Tað meta tveir búskaparfrøðingar

- Størsta hóttanin ímóti føroyska búskapinum er, at politiska skipanin ikki megnar at gjøgnumføra neyðugar reformar.

Orðini eigur Jóannes Jacobsen, búskaparfrøðingur og fyrrverandi skrivari í Búskaparráðnum.

Meginpartin av árinum hevur løgmaður og hansara samgonga tosað um reformar og um bygnaðarligar sparingar í almenna sektorinum. Og við tí sonevnda ólavsøkuuppskotinum royndi samgongan í summar at binda seg til nøkur sparitiltøk, sum skuldu minka um stóra undirskotið á fíggjarlógini.

Men tá fíggjarlógin fyri 2010 leygardagin varð samtykt í tinginum við einum undirskoti uppá knappar 800 milliónir, vóru at kalla ongir størri reformar gjøgnumførdir. Í staðin var tann vælkendi plenuklipparin tikin fram, og samgongan skarvaði millum 0,75 og tvey prosent av øllum rakstrarútreiðslum. 


Neyðloysn

- At taka plenuklipparan fram í evsta tíma er ein neyðloysn, tí samgongan ikki maktar at gjøgnumføra nakrar reformar. Tað loysir ongar trupulleikar í longdini, heldur Jóannes Jacobsen, búskaparfrøðingur.

Sambært honum eru knappar 800 milliónir í undirskoti eingin katastrofa í einum ári, tá allur heimurin er í kreppu. Føroyar hava eitt høgt kredittvirði og lítla skuld, og tí kunnu vit her og nú út at læna pengar uttan trupulleikar. Men hetta gongur ikki í fleiri ár, og tað vekir sambært Jóannesi Jacobsen ampa, at politiska skipanin ikki megnar at gjøgnumføra sjálvt teir minstu reformarnar, sum í longdini kunnu minka um útreiðslurnar hjá landskassanum.

- Bara sovorðin smáting sum pensjónsreformurin og ætlanin um at leggja inntøkutrygdina hjá fiskimonnum út á arbeiðsmarknaðin vísa seg at vera trupul at fáa ígjøgnum. Um ein politisk skipan ikki megnar at realisera nakrar so smáar reformar, hvussu so við teimum stóru?, spyr Jóannes Jacobsen, sum fyri stuttum hevur staðið eina Ph.D-ritgerð á Københavns Universitet.

Við stórar reformar sipar hann fyrst og fremst til fiskivinnuna, men eisini til rationaliseringar í t.d. sjúkrahúsverkinum og skúlaverkinum, so vit fáa færri og størri eindir. Ein tanki, sum rebellurin í Sambandsflokkinum, Magni Laksáfoss, eisini hevur tosað um.

- Tað finst eingin politiskur reformur, sum onkur samfelagsbólkur ikki fær ilt í reyvina av. Men politikararnir tykjast so bangnir fyri at gera okkurt ópopulert, at lítið og einki kemur burturúr. Tað er tann heilt stóri búskaparpolitiski trupulleikin, heldur Jóannes Jacobsen. 


Tað bygnaðarliga hallið

Eitt hugtak, sum hevur gingið aftur í kjakinum um fíggjarlógina, er “tað bygnaðarliga hallið, sum merkir, at vit eisini hava undirskot tey árini, sum eru meðal ella normal. Sambært Búskaparráðnum er tað bygnaðarliga hallið í Føroyum millum 350 og 400 milliónir, meðan hinar 400 milliónirnar standast av niðurgongdini í búskapinum annars. Við øðrum orðum tjena vit minni í góðum tíðum, enn vit missa í ringum tíðum, tí permanentu útreiðslurnar eru ov stórar í mun til inntøkurnar. Tí mugu nakrir reformar fremjast, sum rudda burtur tað bygnaðarliga hallið, og sum kunnu fáa javnvág í roknskapin.

Malan Johansen, búskaparfrøðingur á Virðisbrævamarknaði Føroya, heldur eisini, at størsti trupulleikin her og nú er vantandi politiski viljin til at minka um tað bygnaðarliga hallið.

- Vit kunnu klára eitt hall uppá 800 milliónir her og nú, men tað gongur ikki fleiri ár á rað. Um núverandi niðurtúrur ikki skal gerast ein varandi kreppa, mugu politikararnir tora at gjøgnumføra nøkur sparitiltøk, og tað hevur politiska skipanin ikki megnað í hesum umfarinum, heldur Malan Johansen. 


Politiskt máttloysi

Hon metir, at tann sonevnda “plenuklipparametodan” er eitt tekin um, at politikararnir ikki tora at taka stórar avgerðir. Ikki tora at stýra, sum teir annars eru valdir til at gera. Og nú fer tíðin at ganga undan í hesum valskeiðinum.

- Tað besta tíðarskeiðið at fremja stórar reformar er í fyrru hálvu av einum valskeiði. Men nú eru vit komin í helvt, og jú nærri vit koma einum vali, jú verri verður at gjøgnumføra stór sparitiltøk, heldur Malan Johansen. Sambært henni vóru ætlaðu sparitiltøkini í ólavsøkupakkanum eitt positivt tekin um ein politiskan vilja til at minka um almennu útreiðslurnar.

- Tí var tað stórt spell, at samgongan einki megnaði kortini, tá fíggjarlógin so endiliga varð stemmað ígjøgnum. Tí jú longri vit bíða, jú ógvusligari verða inntrivini, tá vit einaferð eru kroyst til at spara, og tað kenna vit alt ov væl til, sigur Malan Johansen og sipar til kreppuna í nítiárunum, tá knøpp tíggju prosent rýmdu av landinum.

Framtíðin fer við øðrum orðum at krevja politiska handling, sum samgongan ikki megnaði í hesum umfarinum.