Fíggjarlógin framløgd í dag

Seinnapartin í dag verður løgtingsfíggjarlógin fyri 2004 alment løgd fram. Talan er um sjálvan karmin fyri føroyska samfelagið fyri næsta árið, og stórur spenningur er hesaferð um, hvussu úrslitið fer at síggja út

Av Fíggjarmálaráðanum verður upplýst, at Karsten Hansen heldur tíðindafund í dag klokkan 13.30, har høvuðstølini í Løgtingsins fíggjarlóg fyri komandi ár verða løgd fram. Samstundis verður uppskotið til fíggjarlóg handað tingmonnum.
Einaferð í næstu viku fer løgtingið undir at viðgera fíggjarlógina, og tað plagar at taka einar tríggjar dagar. Síðan fer hon í fíggjarnevndina, sum sendir boð til allar hinar nevndirnar um at koma við viðmerkingum. Innan tveir mánaðir skal fíggjarnevndin leggja álit fyri løgtingið, og fíggjarlógin skal so vera endaliga samtykt við triðju viðgerð innan árslok.
Enn eru eingin endalig tøl avdúkað. Heldur ikki, um fíggjarlógin gevur hall ella yvirskot. Greitt er kortini, at Karsten Hansen hevur álagt øllum ráðunum at spara eitt prosent komandi ár. Tíðirnar eru ikki so góðar longur, og tí verður táttað í á fleiri økjum. Samgongan er samd um at halda aftur á íløgusíðuni, men kortini er peningur settur av til viðlikahald av vegakervi, ferjulegur, skúlabygging og ellis- og røktarheim.
Stóri stríðsspurningurin hevur sum skilst verið almennu rakstrarútreiðslurnar, sum eru so nógv vaksnar síðstu árini. Nú vit kunnu vænta sjey rakari ár, skal almenni bygnaðurin eisini klænka, men tað er lættari sagt enn gjørt, m.a. tí lønarhækkingar eru í væntu.