Fíggjarlógin upp á pláss

Klokkan 9 í morgn byrjaði samgongufundur úti í Tinganesi.

Á skránni stendur fíggjarlógin fyri komandi ár, og sambært Kaj Leo Johannesen, løgmanni, so er komið undir land við viðgerðini.

- Tað eru sjálvandi nakrir snøklar eftir, og tað ber heldur ikki til heilt at siga, um nakrir snávingarsteinar verða á vegnum, men eg haldi tað sær gott út, sigur Kaj Leo Johannesen.

Hann dugir ikki at siga, hvussu drúgvur fundurin verður, men helst fer tað út um døgurða, áðrenn fundurin er komin at enda.

Fíggjarlógin skal berast niðan í Tingið í seinasta lagi týsdagin, og so verður hon løgd fram fríggjadagin.