Fíggjarliga óheft sjálvstýri

Javnaðarflokkurin skjýtur upp, at ríkisstuðulin skal minka burtur eftir einum áramáli, uttan at tað fær óhepnar avleiðingar fyri føroyska búskapin og harvið fyri føroysku vælferðina. ? Tá eru vit komin har til, at vit kunnu taka støðu til ríkisfelagsskapin leys av fíggjarligum bindingum, sigur Jóannes Eidesgaard

Eirikur Lindenskov


Tosa vit um ríkisfelagsskapin, so tosa vit eisini um ríkisstuðulin - milliardina, sum vit árliga fáa játtaða á donsku fólkatingsfíggjarlógini.

Javnaðarflokkurin ásannar, at búskaparliga støðið undir føroyska vælferðarsamfelagnum eigur at verða grundað á okkara egnu framleiðslu. Tí vil Javnaðarflokkurin, at ríkisveitingarnar verða brúktar at styrkja sjálvbjargni í Føroyum.

? Samgongan hevur sagt, at hon vil avvikla ríkisstuðulin upp á ávísa tíð - eini 10-15 ár. Danskir politikarar hava nevnt eitt tíðarskeið upp á fimm ár.

? Vit halda, at avviklingin skal setast í mun til vælferðina í landinum. So hvørt tjóðarinntøknan veksur, kunnu vit tosa um at minka ríkisstuðulin, sigur Jóannes Eidesgaard.

? Vit vilja ikki tosa um ein romantiskan vøkstur í tjóðarinntøkuni - men um ein konkretan vøkstur, sigur hann.

Flokkurin sigur, at endamálið við peningaveitingum partanna millum í ríkisfelagsskapi hava til endamáls at tryggja øllum borgarum eitt virðiligt lív. Flokkurin leggur eisini dent á, at talan ikki er um olmussu, men um ein nátúrligan rætt í tí samstarvi, sum ríkisfelagsskapurin er karmur um.

? Samstundis er eitt grundsjónarmið okkara, at endamálið við stuðli er, at hin einstaki skal gerast førur fyri at tryggja sær eitt gott lív. Veitingar mugu altíð hava til endamáls, at tær skulu stuðla sjálvbjargni.

Fyri at minka blokkstuðulin skjýtur Javnaðarflokkurin upp, at lutfall verður sett millum vøksturin í føroysku tjóðarframleiðsluni og einari minking í ríkisveitingunum.

? Eftir hesum leisti kann ríkisstuðulin minkast burtur eftir einum áramáli, uttan at tað fær óhepnar avleiðingar fyri føroyska búskapin og harvið fyri føroysku vælferðina, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann sigur eisini, at hvussu skjótt tað kann gerast, verður treytað av vøkstrinum í føroyska búskapinum.

? Tá eru vit komin higar til, at vit kunnu taka støðu til ríkisfelagsskapin, leys av fíggjarligum bindingum.

Javnaðarflokkurin sigur, at hetta merkir, at vit vinna okkum búskaparligt sjálvbjargni, áðrenn vit taka støðu til, um vit skulu fara úr ríkisfelagsskapinum. Tey siga eisini, at tað er greitt, at á henda hátt er nógv meira sannlíkt, at ein altavgerandi partur av fólkinum tekur undir við teirri avgerð, sum tá verður tikin.

Á henda hátt verður tryggjað, at broytingar í ríkisrættarstøðuni ikki føra við sær eitt eljustríð, ið fer at oyðileggja politiska umhvørvið í Føroyum í mong ár framyvir, sigur Javnaðarflokkurin.