Fíggjarmálastýrið góðtók

tíðindaskriv

Tíðindaskriv: Fíggjarmálastýrið hevur í dag góðkent og undirskrivað semingsuppskot um nýggjan trýára sáttmála við Føroya Lærarafelag.

Hóast semingsuppskotið ikki gevur ta rúmd, sum Fíggjarmálastýrið hevur miðað eftir, og hóast uppskotið hjá Fíggjarmálastýrinum um árvserk ikki er fylgt, so hava Fíggjarmálastýrið og Undirvísingar- og Mentamálastýrið valt at toyggja seg langt fyri at fáa semju.

Seinastu trý samdøgrini hava umboð fyri Fíggjarmálastýrið, Undirvísingar- og Mentamálastýrið umframt landsstýrismenninir í fíggjarmálum og í undirvísingar- og mentamálum sitið út í eitt til tess at finna semju við Lærarafelagið saman við semingsmonnunum, ið hava gjørt eitt dygdargott arbeiði. Í semingsroyndunum hava landsstýrismaðurin í fíggjarmálum og landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum lagt stóran dent á at greiða viðurskiftini og at leggja karmarnar fyri tryggum viðurskiftum frameftir í fólkaskúlanum.

Fleiri nýggj viðurskifti eru í nýggja sáttmálanum, sum er skotin upp í semingsuppskotinum:


?Sáttmálin gevur lærarum eina lønarhækkan uppá tilsamans 9% yvir trý ár.


?Hartil er semja gjørd um eina nýggja avtalu um arbeiðstíð hjá lærarum, sum fær gildi frá 1. august 2001. Henda avtala er ein liðilig skipan, har árliga arbeiðstíðin hjá lærarum verður ásett í skúlatíð, einstaklingstíð og menningartíð. Sambært avtaluni skulu Føroya Lærarafelag og Undirvísingar- og Mentamálastýrið nú undan hvørjum skúlaári avtala neyðugar leiðreglur fyri tíðarnýtslu og raðfestingar til ymiska virksemið í fólkaskúlanum. Við støði í hesum, skulu leiðslurnar og lærararnir á einstøku skúlunum raðfesta neyðugu tíðina og orkuna til skúlans virksemi. Sostatt fær einstaki skúlin munandi størri ábyrgd fyri at røkka teimum málum, ið verða sett fyri undirvísing og øðrum virksemi í fólkaskúlanum, saman við næmingum og skúlanevndum/skúlastýrum.


?Áðrenn nýggja arbeiðstíðaravtalan fær gildi frá 1. august 2001, er avtalað ein skiftistíð, har tíð og orka verða sett til ráðlegging, leiðslu, telduvørðar og ávísar aðrar uppgávur í fólkaskúlanum.


Landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum fer undir at gera eina ?koyriætlan? fyri, hvussu tættirnir í nýggju fólkaskúlalógini kunnu setast í verk og fáast at virka til fulnar komandi árini. Hetta verður gjørt saman við Føroya Lærarafelag í sambandi við at avtala leiðreglurnar fyri arbeiðstíð og tíðarkørmum sambært nýggju avtaluni. Landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum hevur ábyrgdina mótvegis løgtinginum fyri, at samsvar er millum ígongdsett virksemið og játtanir fólkaskúlans, og skal gera neyðugu raðfestingarnar til tess at tryggja hetta samsvar.

Nýggja avtalan víðkar somuleiðis um undirvísingarhugtakið soleiðis, at undirvísing ikki bert er tað, sum fer fram í flokshølunum, men alt virksemi, ið verður lagt til rættis til tess at geva næmingunum neyðugan førleika ? eisini uttan fyri skúlans øki. Hetta samsvarar væl við endamálini í nýggju fólkaskúlalógini. Avtalan er sostatt besta amboðið til tess at tryggja, at neyvt samsvar verður millum verksetan av nýggjum uppgávum og neyðugu arbeiðsumstøðurnar hjá lærarum og skúlaleiðslum at fáa endamálini framd.


Fíggjarmálastýrið og Undirvísingar- og Mentamálstýrið vóna, at hetta semingsuppskot fer at leggja nýggjar karmar, ið kunnu fáa fólkaskúlan aftur at virka til fulnar - til gagns fyri næmingar, foreldur, avvarðandi og starvsfólkini á skúlunum.

Landsstýrismenninir vilja gera sítt til at tryggja, at ta samstarv og álit, ið krevst, fyri at útinna avtaluna í semingsuppskotinum, verður bygt og framt til fulnar.


Tórshavn 15. apríl 2000


Karsten Hansen, LandsstýrismaðurHøgni Hoydal, Landsstýrismaður