Fíggjarnevndin havt fund

Fíggjarnevndin hevur havt fund og fleiri mál vóru á skránni

Umframt eykajáttan til skúlaverkið, vóru fleri mál á skránni á fundi hjá fíggjarnevndini.

Nevndin avgreiddi eykajáttan til neyðhjálp til Kosovo. Ein umbøn var frá Almanna- og heilsumálastýrinum, ið snúði seg um eina EDV-verkætlan. Maskinskúlanum tørvaði pening í sambandi við keyp og eisini var umbøn í samband við nýggjar næmingar til fólkaskúlan, ið var um fleiri næmingar, enn undanfarna ár, bókasavnsvirksemi, serundirvísing, undirvísing í frítíðini og annað. Eisini kom eitt skjal, meðan fundur varð hildin, viðvíkjandi veddingarpeningi.

Bjarni Djurholm, formaður, sigur, at nevndin viðgjørdi málini. Fyrsta nevndin ger, tá tað er uttanfyri tingskeiðið og tingið er farið til hús, er at taka støðu prinsipielt, um málini skulu viðgerast, ella ikki.

Málini vórðu býtt í tvey. Málið um hjálp til Kosovo varð tikið frá og viðgjørt fyrst, tí løgtingið hevur fyri einum mánað síðani einmælt samtykt at heita á landsstýrið um at gera okkurt hesum viðvíkjandi. Løgmaður boðaði frá, at landsstýrið mátti venda sær til fíggjarnevndina og biðja um eykajáttan. Løgmaður skeyt upp 2,5 milliónir í neyðhjálp, ið altjóða felagsskapir standa fyri til Montenegro, Makedonia og Albania.

Nevndin metti málið at hava skund og ikki sum mál, ið hækkar raksturin og avgreiddi tí málið samsvarandi grein 44 í stýrisskipanarlógini, ið gevur fíggjarnevndini loyvi at játta pening í serstøkum førum. Vanliga hevur nevndin ikki játta pening til vanliga rakstrarhækkan og nevndin samdist um, ikki at broyta mannagongd hesum viðvíkjandi og hesa lagnu fingu so hini málini, ið vóru fyri á fundinum.