Henda støða krevur ikki bert loyvi at gera íløgur ótarnað, sum Jógvan við Keldu rør uppundir, nei, hon krevur eisini, at vit hava eina umsiting, ið megnar at fylgja við og ikki eina kreppuumsiting, skorðin inn á bein, sum vit høvdu í nítiárunum.
Hjá Klaksvíkar Kommunu eru útreiðslurnar til umsiting øktar frá 6,4 mió í 2000 og til 8,8 mió í 2003. Hetta halda nógv kanska er ein ov stór øking eftir so stutta tíð, men frágreiðingin er, at vit byggja upp aftur eftir kreppuna og fáa nakrar funktiónir aftrat (sosiala deild) ið mugu til, fyri at umsita økta virksemið í einum nýmótans býi, nakað sum Klaksvíkin skal vera. Sosiala deild í Klaksvík bleiv sum kunnugt niðurløgd í ringastu krepputíð, har kanska einamest var brúk fyri henni.
Raksturin av Klaksvíkar Kommunu
Taka vit økingina í rakstrinum frá 2000 til 2001, ið var uppá 19%, var henda øking fyri ein stóran part nýtsla av tøkum peningi, uttan at tað var lagt upp fyri hesi øking í fíggjarætlanini. Henda gongd er ógvuliga óheppin, tí tað er ikki skipað, hvat peningurin verður nýttur til, men meira tilvildin ið ræður. Tey stóru sveiggini í nýtslu av peningi, bæði til íløgur og rakstur, hevur í fleiri ár ikki verið ein tilrættaløgd gongd í uppruna fíggjarætlanini.
Hesa óhepnu gongd, hava vit roynt at lagt upp fyri í 2003 við at leggja upp fyri øllum kendum útreiðslum, so avgerðin um at nýta tøkan pening verður tikin út frá eini heildarmeting og ikki útfrá, at tað økið, ið kemur fyrst og »manglar« pening, fær hann, og tað økið, ið kemur síðst, fær onki, tí tá er peningurin nýttur.
Vøksturin í útreiðslum í fíggjarætlanini frá 2002-2003 inniheldur lønarhækkingar, økt krøv til renovatión og øking av barnaansingini. Kanska Jógvan við Keldu kundi sagt okkum, hvørjar av hesum økingum eru óneyðugar økingar av rakstrinum, sum hann málber seg í greinini.
Ìløgur geva eisini øking
í rakstri
Meinar Jógvan við Keldu, at vit ikki skulu gera íløgur í eitt nú barnaansingarstovnar, tí hetta virksemi økir um raksturin? Hesar íløgur viðføra jú eina øking av rakstrinum, men tað tykist sum menn hava lyndi at gloyma, at hetta eru økingar, ið eisini geva økta inntøku. At økja raksturin við barnaansingarplássum gevur inntøku, bæði við at foreldrini gjalda 30% av økingini og ikki minst økta skattainntøku, tí foreldrini sleppa til arbeiðis. Sjálvt vinnan rópar eftir barnaansing, tí uttan at henda er nøktandi, kann vinnan ikki virka. Haraftrat fáa foreldur, ið arbeiða, meira pening at keypa vørur og tænastur fyri, og tað økir so umsetningin hjá vinnuni, ið framleiðir hesar.
Gera vit bert íløgur í vegir og havnir, so er støðan ein onnur, tær økja kanska ikki beinleiðis raksturin. Tað sum hevur týdning, er at finna lutfalli millum íløgur í tann »harða« pakkan og tann sokallaða »bleyta« pakkan, tí ein býur, ið ikki hevur góð tilboð á skúla-, mentanarnar- og barnaansingarøkinum hevur onga framtíð, óansæð hvussu nógvar vegir og havnir vit gera.
Íløgukarmurin í dag
Trupulleikin við íløgukarminum í dag er, at hann ikki tekur hædd fyri tí uppsamlaða viðlíkahaldstørvinum hjá nógvum kommunum. Klaksvíkin forsømdi øll tey góðu árini í 80?unum at gera neyðugt viðlíkahald innan skúlaverkið, svimjihøllina og aðrar almennar bygningar, hetta tekur íløgukarmurin ikki hædd fyri. Tað, ið átti at verið vanligt viðlíkahald verður nú ein íløga, og tað tyngir íløgukarmin so nógv, at trupult er at finna pláss fyri neyðugum nýíløgum og harvið víðari útbygging av samfelagnum. Høvdu vit havt allar tær milliónirnar, ið eru nýttar til viðlíkahald av skúlum og umvælingum av svimjihøllini, so var neyvan nakar trupulleiki við íløgukarminum.
Eitt annað, ið eisini forðar íløgum, er kommunuskuldin. Tá ið ein kommuna sum Klaksvík má gjalda skuld aftur, ið er so stór, at í miðal 4. hvør skattakróna fer til at afturgjalda skuld, so má vera trupult at gera íløgur. Klaksvíkar kommuna hevur seinastu 4 árini goldið oman fyri 90 mío í rentum og avdráttum.
Stýring av búskapinum - einasta gongda leiðin.
Men óansæð um ongin íløgukarmur var, so hevði tað skapt búskaparligan ruðuleika um allar kommunnur kundu gjørt allar íløgur í senn. Vit síggja tað í dag, tann ferðin, sum í dag er á búskapinum ger, at tey arbeiði, ið verða boðin út, verða alt ov dýr, tí trýstið ella eftirspurningurin eftir arbeiðsmegi er ov stórur.
Mark er eisini fyri, hvat eitt øki sum Norðoyggjar klárar at útvega av arbeiðsmegi, í summar bar ikki til at fáa viðlíkahaldi av skúlanum á Ziskatrø framt, tí onnur stór arbeiði vóru í gongd, millum annað svimjihøllin og verkætlanin undir Kráarbrekku. Hetta sæst eisini av, at avseting í grunn liggur oman fyri 10 mió, tí vit megna ikki at gera alt í senn.
Einasta gongda leiðin er at gera langtíðarløguætlanir, har vit neyvt áseta, hvat skal gerast nær og hvussu hetta verður fíggjað. Kommunnunar eiga at samskipa sínar íløgur á tann hátt, at allar ikki gera stórar íløgur í havnir, men semjast um, at ein kommuna ger hetta, meðan hin kommunan ger onkra aðra íløgu, og at ein so nýtir fasilitetirnar hjá hvørjum øðrum.