Fíggjarpolitikkurin viðgerast

Karsten Hansen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, hevur lagt frágreiðing um fíggjarpolitikk í 2001 og framyvir fyri tingið og aðalorðaskifti verður í næstum

Samsvarandi grein 51, fjórða stykki í tingskipanini legði Karsten Hansen fyri tingið frágreiðingina um fíggjarpolitikk í 2001 og framyvir.

Talan er um eitt upplegg til hvussu farast skal fram á tí fíggjarpolitiska økinum tey komandi árini, og hetta uppleggið fara tingmenn at viðgera, tá aðalorðaskiftið verður um málið í nærmastu framtíð


Opinleiki og

gjøgnumskygni

Í innganginum sigur landsstýrismaðurin við fíggjarmálum, at íblásturin til orðaskifti um fíggjarpolitikk kemur úr Hvítubók, men tilmælini, sum í henni standa eru tó meira umfatandi enn aðalorðaskiftið.

Eitt av endamálunum við orðaskiftinum um landsins fíggjarpolitikk er, at skapa størri gjøgnumskygni og opinleika um fíggjarpolitikkin. Á henda hátt fáa tinglimir høvi til at koma við síni meining um, hvussu fíggjarpolitikkurin skal leggjast til rættis, áðrenn arbeiðið við fíggjarlógaruppskotinum 2001 er komið í gongd. Karmarnir um fíggjarlógaruppskotið eiga tí ikki at koma óvart á nakran tá tað í heyst verður lagt fyri tingið, skrivar Karsten Hansen í innganginum.

Tað, sum Karsten Hansen her vísir á, er beinleiðis í samsvari við tað, sum stóð í Hvítubók um mannagongdir á fíggjarpolitiska økinum.

Hvítabók mælir til, at tann yvirskipaði fíggjarpolitikkurin verður settur til aðalorðaskiftis, áðrenn arbeiðið við fíggjarlógini fer í gongd.


Langtíðartiltøk

Frágreiðingin um fíggjarpolitikkin er, sum nevnt omanfyri í fyrsta umfarið ætla sum grundarlag fyri arbeiðinum við fíggjarlógini fyri komandi ár.

Kortini er framtíðin eisini tikin við í frágreiðingina, tí hon vísir eisini á ávís langtíðar tiltøk.

Búskaparráðið lat fyri kortum frágreiðing frá sær, og tann frágreiðingin er eisini tikin við í uppleggið frá landsstýrismanninum.

Frágreiðingin frá Búskaparráðnum vísir á, hvat skal gerast um búskaparligi vøksturin í samfelagnum heldur fram, og m. a. vísir hon á bráðneyðug tiltøk, sum eru til at taka í slíkum føri, samstundis sum hon eisini vísir á ymsar møguleikar fyri langtíðar tiltøkum.