Fíggjarstýringin út av lagi vánalig

Ein staðfesting ein og hvør við fíggjarligum skili má gera sær av sitandi samgongu er, at stýringin av búskapinum er farin fyri bakka, og at ringt verður at rætta upp aftur á skeivu kósina – hóast samgongan einans hevur sitið fáar mánaðir. Avlopið er vent til hall, og kósin frameftir gevur einans ábendingar um verri fíggjarligt óskil

Avlop vent til hall

Avlopið á fíggjarlógini fyri 2008 er nú burtur og roknað verður við, at avlopið er vent til hall. Hetta skal síggjast í mun til, at undanfarna samgonga legði eina fíggjarlóg fyri tingið við 170 mió. í avlopi fyri fíggjarárið 2008, og at tá nýggi fíggjarmálaráðharrin kom til staðfesti hann, at hann ynskti 300 mió í avlopi í 2008 – seinni broyttist tað til “ein trýsiffrað milliónaupphædd” – og nú er avlopið vorðið hall. Legg til merkis at talan er um sama fíggjarár!!!

Orsøkirnar til gongdina eru fleiri:

Broytta samfelagsgongdin, sum gevur landskassanum minni inntøkur í m.a. MVG og skrásetingargjøldum, men har skattainntøkurnar framvegis vaksa.

Øktu útreiðslurnar til nýggja uttanríkismálaráðið, ið tók meginpartin av raðfestingini á fíggjarlógini 2008.

Vánaliga fíggjarstýringin, har útreiðslur í milliónavís ikki eru tiknar við á fíggjarlógina – t.d. 32 mió. til sjúkrahúsini, 9 mió. til Strandferðsluna, 10 mió. til undirmettar pensiónsútreiðslur o.s.fr.

 

Óansæð hvørja politiska áskoðan vit annars hava – høgra/vinstra ella loysing/samband, eru vit øll áhugaði í at landið verður stýrt fíggjarliga ábyrgdarfult. Tí má ein innilig áheitan á sitandi samgongu vera, at fáa fíggjarligt skil inn aftur í føroyskan politikk.

 

Eiga at hava munagott avlop

Ynskiligt hevði verið um fíggjarlógin kundi víst eitt munagott avlop, hetta átti ikki at verið so trupult - búskapurin er jú í góðum standi við metlágum arbeiðsloysi og góðum virksemi.

Tí er tað als ikki nøktandi at hall er á fíggjarlógini og harumframt at boðað er frá, at samráðingar skulu byrja um at minka blokkstuðulin við 117 mió. Óansæð politiskan lit mugu vit síggja veruleikan í eyguni og sanna at hetta er ein fíggjarliga ábyrgdarleys kós. Kósin ber brá av, at fokus als ikki er á at gera tað besta fyri land og fólk – her er einans talan um misskilta nationalismu.

 

Javnaðarflokkurin slept vælferðini uppá fjall

Tað skal vera mín vón, at Javnaðarflokkurin sær hvar kósin ber okkum og velur at hálsa um. Tað er harmiligt at standa á síðulinjuni og síggja ein flokk selja so nógv út av sínum idealum og grundsjónarmiðjum.

Tað átti at verið gjørligt hjá Javnaðarflokkinum at kasta misskiltu nationalismuna av sær og í staðin hildið seg til veruligan realpolitikk, har vit í felag arbeiða fyri at skapa eitt betri samfelag fyri øll. Verandi kós leiðir okkum einans til ótryggleika, minni vælferð og størri skattabyrður.

 

Mugu rætta kósina inn aftur

Tað er av alstórum týdningi, at politiska skipanin sum skjótast fær rætta kósina inn aftur á beint og fær fíggjarligt skil inn aftur í politikkin. Eingin av okkum kann liva við eini politiskari skipan á skeivari kós, uttan trúðvirði, og uttan fíggjarligt skil.